Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur 1. deild: HB-KÍ 1-5 (0-3): Visjón 2009: Ungt KÍ lið bukaði HB í Gundadali

John William Joensen

Unglingaleikararnir Páll Klettskarð, John Hammer og Álvur F. Christiansen skoraðu fyri 1. deild hjá KÍ í Gundadali síðsta vikuskiftið, har unga KÍ-liðið vann stórsigur á HB, sum eisini í stóran mun royndi at manna seg við ungum fólki.

Samstundis sum fokus aloftast næstan bara verður sett á Formuladeildina, har tað fyri tíðina gongur bæði upp og niður, so er KÍ í løtuni í holtur við at byggja upp eitt ungt og spennandi lið í næst bestu deildini, 1. deild, har Trygvi Mortensen er høvuðsvenjari.
Úrslitini hava higartil verið misjøvn, og eftir 5 umfør hevur KÍ vunnið 2 og tapt 3 dystir, og hevur sostatt 6 stig á trið aftasta plássi á stigatalvuni, men samstundis skal sigast, at bæði nr. 7 og 6, HB og NSÍ, hava sama stigatal, so tað er ikki so grúuliga langt upp til miðjuna á stigatalvuni.
Sigrarnir hjá KÍ eru higartil komnir á heimavølli ímóti besta liðnum hjá TB, og síðsta vikuskiftið kom so næsti sigurin, sum altso var á útivølli ímóti HB.
Málskjúttarnir hjá KÍ hendan dystin vóru teir fyrstu fýra allir ungir menn: Páll Klettskarð til 1-0 í 11. minutti, Jón Jacobsen til 2-0 í 14. minutti, John Hammer til 3-0 í 18. minutti og Álvur F. Christiansen til 4-1 í 57. minutti, og seint í dystinum kom superveteranurin, Marek Vierzbicki, á vøllin, og skoraði hann til endaligu støðuna 5-1 í 86. minutti.

Villeiðandi
tíðindi í ÚF
Tá lurtararnir hoyrdu Útvarp Føroya siga frá hesum dystinum, ljóðaði tað sum um at KÍ hevði stillað við einum rættiliga rutineraðum liði, sum spældi ímóti einum HB-liðið, sum varð mannað við unglingaleikarum.
Men hetta er als ikki rætt. Gamaní hevur KÍ onkrar einstakar royndar leikarar á liðnum, men nógv tann størsti parturin av liðnum eru ungir leikarar, og tað er eisini endamálið við 1. deild í sambandi við visjón 2009 ætlanina, at 1. deild skal brúkast til at klekja og menna ungar leikarar til seinni at gerast partur av hópinum hjá Formuladeildarliði felagsins.

Kristian á Lakjuni
spælir framúr væl
Ein av leikarunum á 1. deildarliðnum, sum skaraði framúr í Gundadali síðsta vikuskifti, var Kristian á Lakjuni, sum hevur verið við trúboðanarskipinum Doulos í áleið 2 ár, og sum í løtuni er heima aftur.
Kristian, sum heilt frá ungum hevur víst serliga góðar fótbóltsgávur, bæði fyri KÍ og á U-landsliðum, leikti á miðvøllinum hendan dagin, har hann stýrdi KÍ-leikinum sera væl. Eitt nú legði Kristian upp til fyrsta KÍ-málið, ið tann sera evnaríki álopsleikarin, Páll Klettskarð, setti í HB-málið.
So samanumtikið gjørdu teir ungu KÍ-ararnir tað, ið teir eldru á Formuladeildarliðnum ikki megnaðu: Teir bukaðu HB – so hon livir sanniliga, visjón 2009!! 

KOYR Á KÍ!!!!