Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

X-Factor stjørnan á Summar Festivalin

John William Joensen

Nýggja føroyska poppstjørnan í Íslandi, Jógvan Hansen, spælir á Summar Festivalinum í august.

Jógvan kemur til Føroya við tí framúr vælspælandi bólkinum frá X-Factor kappingini.
Nú er avtala gjørd millum Summar Festivalin og Jógvan Hansen um, at føroyska poppstjørnan í Íslandi skal spæla á Summar Festivalinum í ár.
Jógvan Hansen tók Ísland við stormi í sangkappingini X-Factor, sum júst hevur verið víst í íslendskum sjónvarpi, og nú skal hann geva fløgu út og spæla á eini ørgrynnu av konsertum kring Ísland.
Jógvan ætlar sær eisini at leita heimaftur til Føroya við sínum tónleiki, og einki kann verða meira upplagt enn at spæla til Summar Festivalin í Klaksvík, har Jógvan er uppvaksin.
Saman við Jógvani kemur eisini tann framúr vælspælandi bólkurin, sum fólk kenna frá X-Factor kappingini. Tað vóru ikki minst hesir dugnaligu tónleikarar, sum fingu kappingina at glíða so væl, og teir koma til Føroya at spæla undir hjá Jógvani, tá ið hann fer at spæla á Summar Festivalinum.

Virkin tónleikari
Jógvan Hansen var virkin í føroyskum tónleiki í nógv ár, áðrenn hann fór til Íslands at búgva og starvast fyri nøkrum árum síðani.
Jógvan kom fram sum sangari í poppbólkinum Aria, sum gjørdi nógv um seg í seinnu helvt av 90’unum. Aria gav eina fløgu út og var eisini við í Prix Føroyar tónleikakappingini, har bólkurin stóð seg væl. Jógvan hevur eisini spælt nógv violin og hevur verið við í Føroya Symfoniorkestri, og í nøkur ár var hann eisini partur av fólkatónleikabólkinum Vísumenn.
Jógvan er útbúgving frisørur, og hann flutti fyri nøkrum árum síðani til Íslands at starvast. Har hevur tað gingið væl hjá honum í hesum yrki, og hann er í løtuni við til at reka størstu frisørstovuna í Reykjavík.
Og tá ið klaksvíkingurin í Reykjavík varð teknaður til X-Factor tónleikakappingina hjá Støð 2 visti hann neyvan av, hvussu stórt tað fór at blíva.

Sjarmeraði íslendingar
X-Factor kappingin gjørdist eitt stórt hitt í Íslandi, og sagt hevur verið, at ongantíð áður hava so nógvir íslendingar fylgt við eini sjónvarpsrøð sum X-Factor. Nógv var gjørt burtur úr sendirøðini, framførslurnar vóru væl skipaðar og tónleikabólkurin, sum spældi undir, var sum ein vælsmurd maskina.
Sjónvarpsshowið var stundum hátíðarligt og flott, og mitt í øllum hesum meldrinum gjørdist Jógvan Hansen tann stóra stjørnan. Tíðliga í kappingini hildu summi, at hann fór ikki at standa seg so væl, tí hann var føroyingur, men soleiðis var als ikki. Jógvan dugdi framúr væl at brúka sjónvarpsmiðilin, og hann stóð eftir sum tann stóri vinnarin í kappingini, tá ið heili 70 prosent av atkvøðunum fóru til hann í finaluni.
Jógvan Hansen gevur í næstum út eina fløgu við nógvum av sangunum, sum hann sang í X-Factor kappingini, og síðani skal hann eisini hava nógvar framførslur í Íslandi.
Í august mánaði ber so til at uppliva nýggju føroysku poppstjørnuna í Íslandi á palli í Føroyum, tá ið hann fer at spæla á Summar Festivalinum.

Harleyfacadeacryl