sigur Oddmar Juul Samuelsen, sum í mong ár hevur arbeitt við keyp og sølu av bátum og fiski.
Tá Fagraenni lá og landaði kalva í morgun hittu vit ein gamlan kenning á bryggjuni. Oddmar Juul Samuelsen hevur í mong ár keyp/selt bátar og fisk, og sum vera mann fall prátið inn á umstøðurnar hjá línuflotanum fyrr og nú.
– Í vinnutíðindum her fyri stóð at lesa at stóru ensku handilshúsini nú leggja seg serliga eftir línuveiddum fiski, greiddi Oddmar frá.
– Hettar ljóðar mikið gott, men fyri okkum Føroyingar er veruleikin tann at vit eiga lítið og einki eftir av línubátum.
– Eisini er tað alt ov trupult at endurnýggja flotan, tí krøvini um eginpening frá fíggjarstovnunum eru alt ov strong.
– Eg kenni til krøv sum 30 milliónir krónir, og hvør ungur maður megnar at skaffa slíka peninganøgd.
Hava ríka seg upp av veiðumanninum
– Taka vit tveir av sterkastu pengakassunum í Føroyum, Tryggingin og Realurin, so er tað fiskiflotin, sum hevur goldið megin partin av peninginum inn til hesar ovurstóru pengakassar.
– Men í dag verður hesin peningur brúktir til at fíggja undirsjóartunnlar, ferðamannaskip og handilsmiðstøðir.
– Kalvafiskiskapurin á Hattonbank er tiltikin, men støðan er katastrofal fyri føroyingar, tí vit eiga eingi bátar, sum kunnu troyta hesar leiðirnar.
– Úrslitið er at vit í dag hava ein skiparaskúla, sum ongin søkir inn á.
– Venda vit so myndini og síggja hvat eitt nú ES ger – so stuðla teir upp til 65% av íløgunum, sum limalond gera í línuflotan og hesi skipini fiska lið um lið við føroysku bátarnar.
Jú – stuttligt var at heilsað upp á Oddmar á bryggjuni, niðanfyri frystivirkið hjá Antonius Olsen í morgun. Og sum altíð var gott lag á monnum á bryggjuni tá veðrið og fiskiskapurin er til vildar.




