Í kvøld verður avgjørt hvussu tey átta liðini, sum eftir eru í kappingini um løgmanssteypið, spæla í fjórðingsfinaluni.
Drátturin verður í 3-2 sendingini í Sjónvarpinum, sum er á skránni í kvøld klokkan 19.35. Tað verður formaðurin í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum, Karl Vidtfeldt, sum fer at draga.
Liðini, ið framvegis eru við í steypakappingini, eru AB, KÍ, HB, VB/Sumba, Skála, TB, ÍF og EB/Streymur. Fjórðingsfinalurnar verða spældar Kristi himmalferðardag 17. mai. Eftir tað verður drigið um, hvussu liðini møtast í hálvfinaluni. Sjálv finalan um løgmanssteypið verður spæld mikukvøldið 15. august.




