Í samband við fyrispurning hjá Jógvan við Keldu, hevur Løgmaður framt kanningar í samband við samtyktina hjá UNR um ”omfattende forfølgelse af homoseksuelle” í Føroyum
Jógvan við Keldu, løgtingsmaður setti í morgun Løgmanni hendan fyrispurning: Í einum brævi til løgmann fyri nú sløkum trimum mánaðum síðani vísti eg á eina – fyri føroyska fólkið – sera óhepna, ágangandi og heldur ótespuliga samtykt, gjørd í einum “slutdokumenti” av Norðurlendska Ungdómsráðnum, sum segði: “En nedstemming af lovforlsag om diskriminations-beskyttelse for homoseksuelle på Færøerne har ført til vold mod homoseksuelle og omfattende forfølgelse af homoseksuelle”. Hetta er ein samtykt sum er gjørd av norðurlendska komandi politiska ættarliðinum og sjálvandi er almannakunngjørd um øll norðurlond og sleppir at standa, um hon ikki staðiliga verður afturvíst. Sjálvur haldi eg, at føroyska fólkið hevur betri uppiborið. Eg veit, at løgmaður hevur verið í holt við at kannað hesa samtykt við fyrispurningi bæði til fútan, Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ungdómsráðið og umboð fyri Føroyar í hesum ráði, um hvørji prógv liggja aftanfyri hesa samtykt. Eg veit, at har longu fyriliggja nøkur rætningsgevandi aftursvar. Av teirri orsøk, at eg meti hesa samtykt verða ágangandi, uttan veruleika og við tí sera óhepna fyri føroyska fólkið og eigur staðiliga at verða afturvíst, fari eg at spyrja løgmann: Hvussu langt eru hesar kanningar komnar, nær kann roknast við einum endaligum svari ogt hvussu fer løgmaður at afturvísa hesum skeiva pástandi? Løgmaður svarar Í tinginum í morgun svaraði løgmaður at hann hevði gjørt eina kanning hjá fútanum, norðurlandaráðinum, ungdoms norðurlandaráðnum og hjá føroyskum umboðum í UNR og hann harmaðist um at Føroyar eru settir í slíkt misljós, sum tað bleiv í samband við samtyktirnar hjá UNR . Løgmaður segði at tað sum UNR hevði ført fram hevði einki hald í veruleikanum . Annars fegnaðist løgmaður persónliga um at 266b var komið ígjøgnum tingið. Undir orðaskiftinum í morgun tóku átta tingfólk orðið har umboð, fyri Fòlkaflokkin, Sambandsflokkin, Miðflokkin og sjálvstýrisflokkin fegnaðust um at fyrispurningurin var settur, meðan Tjóðveldisflokkurin og John Jóhannesen vóru ímóti at Løgmaður átalaði Norðurlendska undómsráði.




