Norðoyatingmaðurin, sum var forsprákarin fyri tunnilin heitir nú á nevndina fyri Norðoyatunnilin um at gera nakað munagott fyri at fáa tunnilsgjaldið niður – og mælir til at Klaksvíkar Kommuna yvir tekur innkrevjingina av tunnilsgjaldinum
Bræv frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, til nevndina fyri Norðoyatunnilin.
Nú hevur Norðoyatunnilin verið opin í eitt ár og hevur prógvað seg sum eitt sera væl eydnað framtak bæði fyri økið her so væl sum fyri alt Føroya land. Tunnilin hevur verið ein dyggur framburður fyri vinnu- og mentanarlívið og dagliga bila- og persónsferðslu.
Eg fari, nú árið er runnið, at loyva mær at koma við einum uppskoti og eini staðiligari áheitan á nevndina fyri tunnilin, Vinnumálaráðið og Klaksvíkar Kommunu, sum kann geva hesi verkætlan eina betri, bíligari og meira hóskiligari brúksnyttu.
Hetta amboð og hesin risastóri framburður sum sambandið um Leirvíksfjørð er, kann sjálvsagt brúkast meiri effektivt og tæna eini meiri víðfevndari “viftu” av átøkum enn nú. Einki stendur í stað og kann tað broytast til frama fyri okkum øll, er sjálvsagt, at tað eigur at verða gjørt.
Eftir at hava fylgt líknandi útbyggingum í londunum uttan um okkum, eri eg komin til, við at broyta onkrar tættir í skipanini fæst betri nytta burtur úr hesi íløgu. Her kann m.a. vísast til verkætlan í Íslandi.
Føroya løgting samtykti í fjør, at sjálvur raksturin skuldi haldast uttanfyri sjálvt tunnilsgjaldið. Hetta er nátúrligt, tá vit hyggja at vegakervinum í Føroyum.
Eg fari tí at heita á nevndina og sendi avrit av hesum uppskotum til Vinnumálaráðið og Klaksvíkar Kommunu:
1.
Afturgjaldingartíðin fyri tunnilin, sum jú er eitt langtíðaraktiv, verður økt úr 15 árum upp í 40 ár, sum var upprunaætlanin og sum vit eisini síggja aðrastaðni hevur eydnast heilt væl.
2.
At Klaksvíkar kommuna, sum jú er ein stórur aktørur og sum fær eina
ovurhonds nyttu burtur úr hesi íløgu tekur sær av rakstrinum av
innkrevjingini og rindar umsitingina av hesum.
3.
At beinanvegin verður gjørd ein kanning, hvussu hetta kann fremjast og hvørjar fylgjur hetta fær fyri prísleguna og møguleikarnar. Um ikki Norðoyatunnilin hevur orku til at seta hesa kanning í verk, at Vinnumálaráðið ella Klaksvíkar Kommuna fær hana framda skjótast gjørligt.
Eg fari tí at heita á hesar tríggjar aktørar í einum so stórum framburðaramboði, at seta hetta í verk nú beinanvegin, nú vit síggja, at Norðoyatunnilin gjørdist tað frambrotið, sum vónað varð.
Við heilsanum
Jógvan við Keldu
løgtingsmaður




