Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator á Klaksvík hósmorgunin

Oliver Joensen

Tað vera tríggjar vikur ímorgin síðani Atlantic Navigator fór hendan túrin og eftir ætlan skulu teir leggja veiðuna upp í Ánunum hósmorgunin.

Tað hevur gingið væl hjá Atlantic Navigator hendan túrin, hóast fiskiskapurin hevur verið heldur lakari seinastu dagarnar.
Tey hava nú 1100 tons av surimi inni og um 400 tons av mjøli.
Sera nógv skip eru á fiskileiðini einar 30 fjórðingar suður vestur úr Suðuroynni. Tey á Atlantic Navigator taldu 32 skip innanfyri ein radius av 16 fjórðingum ímorgun.
Veðrið er gott, einar 10-15 metrar um sekundið av norðuri og hann sigur frá minni vindi seinni.
Tey lata øll heilsa heima og siga at tey øll hava tað gott.