Nú er kappingarárið 2007 í fótbólti sparka ígongd og ymiskt er hvussu úrtøkan hjá feløgunum hevur verið higartil.
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari skrivar:
Tann so oftani tunna vetrarpressan, hevur fingið líka sum eitt nýtt bein at standa á, fótbóltur er ein søluvøra sum verður borin meiri ella minni inn í hvørt heim. Fótbólturin gevur okkum boð um at dagurin leingjist og at summarið er ávegis.
Á nógvum arbeiðsplássum er ítróttur og serliga fótbólturin stóra samrøðuevni, onkur arbeiðsgevari heldur kanska hetta fyllir í so nógv. Men hetta er jú viðvirkandi til at fótbóltur er so áhugaverdur sum hann er, og soleiðis skal tað eisini vera.
Felags fyri øll feløgini er, at bæði nevndir, venjarar, leikarar og áskoðarar hava greiðan málsetning fyri fótbóltsárið. Fyri at røkka hesum málsetningum er ein ørgrynna av lokalum fólkum, sum veita eina hjálpandi hond uppá ymiskar mátar, sjálvandi ólønt arbeiði í flestum førum, fyri at alt skal hanga saman.
Hetta arbeiðið er sera týdningarmikið fyri trivnaðin í lokalumhvørvinum og er týðandi partur av okkara samleika. Hetta heldur okkara ungdóm virknan á ítróttarøkinum og stimbrar undir ein sunnan livimáta sum alt samfelagið vónandi fær stóra gleði av.
Men hvussu eru okkara feløg fyri og síggja vit fruktirnar av øllum hesum sjálvbodna arbeiðið sum fólk leggja í felagi. Og hvat fáa vit afturfyri?, eru viðkomandi spurningar.
* Koma nóg nógvir leikarar undan í mun til orkuna vit leggja í ungdómsarbeiðið í feløgunum.?
* Eru feløgini nóg dunalig at seta ungar leikarar við á besta liðið, ella verða hesi pláss í ov stóran mun upptikin av útlendskum leikarum.
* Og hvat fáa feløgini burturúr tá ein leikari, sum er uppaldur í felagnum, bráddliga skiftir til annað felag?
Hugbururin hjá okkara ungu leikarunum skal vera nøktandi. Teir skulu ikki vænta at tað er ein sjálvsfylgja at koma inná besta liði sum 16-17 ára gamlir, her skulu teir vera tolnir og arbeiða miðvíst. Teir skulu vera tilreiðar at arbeiða hart til hvørja venjing og vísa undir venjing hvjørjar dygdir teir hava, fyri síðan at fáa sær eitt pláss á besta liðnum.
Og hava teir fótbóltsevnir, eiga feløgini at satsa meiri uppá okkara egnu. Tað er neyðugt at vit vísa okkara ungu leikarum álit og umráðandi er at teir fáa tað spælitíð sum er neyðug.
Vit hava nakrar góðar útlenskar leikarar í Føroyum, í veruliga gera mun og eru viðvirkandi til at hækkað um støðið í Formuladeildini. – Sylla, Santos, Sorin, Nenad, bert fyri at nevna nakrar, eru leikarar í hava dygdir og gera dagliga kynstur á vøllinum sum okkara leikarar kunnu læra nakað av. Men í øðrum førum kunnu vit seta spurnartekin við, um teir útlensku leikararnir eru betur enn okkara egnu. Hetta skal als ikki skiljast sum um eg havi nakað ímóti útlenskum leikarum, men ov oftani vísa hesir leikarar ov lítið á vøllinum.
At vit síggja leikarar skifta ímillum feløg er nokk ein veruleiki sum vit mugu fyrihalda okkum til. Men í nógvum førum síggja vit at leikarar skifta uttan at tað ger tann stóra munin á liðnum.
Í triðja umfari í Formula Deildini sá býti av leikarum nakað soleiðis út. Av teimum 110 leikarunum sum byrjaðu dystirnar vóru umleið 50% av leikarunum uppaldir í barndómsfelagnum, umleið 25% útlendingar og onnur 25% føroyskir leikarar, sum hava skift barnsdómsfelagið út við annað føroyskt felag. Nakað sama var galdandi fyri 8.umfar.
Hvussu lutfalli er í millum feløgini av egnum tilfeingið, sum eru í byrjunaruppstillingini til dystirnar, sæst undir dystarhagtølum frá hvørjum umfari í Formuladeildini
9.umfar í Formuladeildini er aftur á skránni komandi vikuskiftið
Framhaldandi gott fótbóltsár
Við Ítróttarkvøðu
Jógvan Martin Olsen
landsliðsvenjari




