Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sambandsflokkurin samdur um avloysaran

John William Joensen

Eitt tíðindaskriv kemur seinrapartin, men enn vil eingin siga hvør verður nýggjur landsstýrismaður

Tað kom sum ein bumba fyri tingmanningina hjá flokkinum tá teir á fundi í morgun, bert ein tíma undan tíðindafundinum í Fíggjarmálaráðnum, fingu at vita tíðindini.

Tingmanning flokksins hevur sitið á fundi síðani og sum skilst so eru menn samdir upp ein nýggjan fíggjarmálaráðharra.

Møguleikarnir eru fleiri og hugsast kann at tað verður eitt uppskot uttan fyri tingmanningina.

Hinvegin eru eisini møguleikar í tingmanningini.

Formaður flokksins, Kaj Leo Jóhannesen er ein møguleiki, men tað eru eisini aðrir møguleikar.

Sum Norðlýsið skilir kemur eitt tíðindaskriv seinrapartin frá flokkinum.