Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tingsessurin er mín

John William Joensen

sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, nú tað er greitt at Kaj Leo Jóhannesen verður landsstýrismaður

Vit fingu fatur á Heðin Mortensen, sum er borgarstjóri í Tórshavn – tí sambært tingskipanini kann tingmaður ikki eisini verða landsstýrismaður. 

– Hetta er alt somikið nýtt at eg havi ikki havt stundir at umrøtt meg. 

– Tað er eingin ivi um at eg eri næsti maður eftir Kaj Leo og tí er tingsessurin nú mín! 
– Men eg eri borgarstjóri í Havn og havi ikki tikið støðu til um eg eisini kann vera tingmaður.

Limir í Javnaðarflokkinum
– Eg havi ongantíð melda meg úr Sambandsflokkinum, men í dag eri eg limir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, var einasta viðmerkingin vit fingu frá Heðin Mortensen, um tað at hann ikki longur er partur av Sambandsflokkinum.

Løgfrøðisliga kann ein vera limir í fleiri feløgum, men um leiðslan í Sambandsflokkinum ætlar at taka stig til at bjóða borgarstjóranum inn aftur í flokkin er óvist í løtuni.