Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Navigator inni kl. 02 í nátt

Oliver Joensen

Í skrivandi stund liggur Atlantic Navigator suður úr Borðoyarnesi og eystur úr Mjóvanesi og ger reint.

Eftir øllum sólarmerkjum, verður hetta helst triðseinasti túrurin hjá Atlantic Navigator. Tey rokna við møguliga at fáa tveir túrar afturat, hóast tað ikki er so nógv eftir av heildarkvotuni.
Atlantic Navigator hevur 1200 tons av surimi og 420 tons av mjøli inni hendan túrin. Helst hava tey stytt um túrin orsakað av møguleika fyri verkfalli.
Sum sagt verður skipið í Ánunum kl. 02 í nátt og eftir ætlan verður mynstrað aftur fríggjadagin kl. 16.00.