Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna partur av eini komandi loysn

Oliver Joensen

Á nevndarfundi í IRF er málið um ruskið í Knúksdali fleiri ferðir umrøtt, sigur Rani Nolsøe

– Ein av komandi døgunum fer IRF tí at taka málið upp við Klaksvíkar og Húsa kommunu við eini endaligari loysn fyri eyga.
– Tá tað verður ført fram, at Klaksvíkar kommuna er trupuleikin, kunnu vit bara staðfesta, at allir íbúgvar í Kalsoyggini higartil hava brúkt sama ruskpláss. Men síðani Mikladals kommuna kom í Klaksvíkar kommunu, er ein ætlan um nýtt ruskpláss í Mikladali samtykt av Klaksvíkar býráði.

– Inntil nýggja ruskplássið er klárt, eru kalsoyingar í somu støðu, sum teir altíð hava verið.

– Men við nýggja ruskplássinum, sum er ávegis, og við átakinum hjá IRF, fara umstøðurnar viðv. ruskinum í Kalsoyggini endaliga at fáast uppá pláss. Núverandi støða er als ikki haldbær.

Rani Nolsøe
Formaður í Heilsu- og

umhvørvisnevndini í Klaksvíkar býráð

Harleywoodpaint