Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna fær breiðbandsatgongd

Oliver Joensen

Ein stórur krani kemur ídag á Busatanga í Havn at geva Norrønu nýggja breiðbandsatgongd. Tað eru Føroya Tele og Wikmar, sum veita tænastuna.

Stórur krani kemur í dag á Busatanga at geva Norrönu nýggja breiðbandsatgongd.

Í dag verður útgerð til breiðbandsatgongd sett til umborð á Norrönu. Hetta er ein stórhending fyri Smyril Line, kundar teirra og Føroya Tele og Vikmar, sum veita tænastuna. Breiðbandsloysnin fer at geva Smyril Line virknari arbeiðsumstøður, tá m.a starvsfólkið og ferðafólki umborð alla tiðina kunnu hava tætt samskifti við síni kæru og starvsfelagar á landi. Hetta er sera týdningarmikið, tá hugsað verður um, at Norröna er okkara einasta ferðamannaskip og sostatt einasta fasta sjóvegis samband hjá føroyskum ferðafólki við útheimin.

Fyri at fratta nærri, hvat fer at henda í dag, eru tit vælkomin at ringja til Jan Egholm frá Vikmar á tel. 222182 ella Sámal Olsen frá Smyril Line á tel. 345811. Fyrrapartin kemur m.a ein sera stórur og langur krani oman á Busatanga at lyfta alla útgerðina umborð. Tað dragar seg t.d. um stórar parabolantennir, sum taka niður dáta umvegis fylgisvein.

Fakta um breiðbandsloysnina:
Sett verður eitt 4 M/512K samband upp. Endamálið er at geva Norrönu betri bandbreidd tvs. internetsamband, og at kundar skulu kunna keypa breiðbandsatgongd umborð. Allur dátaflutningur umborð og eisini telefonisamskifti fer at fara fram umvegis breiðbandssambandið. Tað merkir, at skipið hevur alla tíðina tætt samskifti við skrivstovuna á landið og umheimin annars.

Tænastan verður veitt av Føroya Tele og Vikmar í felag. Tað hevur leingi verið arbeitt við at fyrireika breiðbandsloysnina umborð á Norrönu, og seinni í vár fáa kundarnir hjá Smyril Line gleði av hesum eisini.

Vinarliga

Føroya Tele