Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjóri noktar at fylgja bygdaráðssamtykt

John William Joensen

Pól Fuglø, bygdarráðslimur í Hvannasunds Kommunu váttar at bygdarráði hevur samtykt at fara undir samráðingar við Klaksvíkar Kommunu um eina møguliga samanlegging

– Tað er eingin loyna at bygdaráðsformaðurin í Hvannasunds Kommunu, Júst Poulsen, ikki vil hoyra talan um at tosa við Klaksvíkar Kommunu um samanlegging.
– Hetta var eisini orsøkin til at uppskot um hetta varð lagt fyri bygdarráðsfundin hjá Hvannasunds Kommunu.
– Í uppskotinum stóð at kommunan skuldi taka upp samráðingar við Klaksvíkar Kommunu um eina møguliga samanlegging.
– Hóast heitt varð á borgarstjóran um at leggja uppskotið fram fyri bygdarráði, gjørdi hann tað ikki og tí noyddist ein bygdarráðslimur at leggja uppskotið fram.
– Tá atkvøtt varð um uppskotið var meiriluti fyri uppskotinum og tí bleiv tað samtykt.
– Men einki er hent víðari í málinum tí borgarstjórin noktar at fylgja bygdarráðssamtyktini, sigur Pól Fulgø sum hevur sitið i bygdarráðnum í Hvannasundi í seks ár.