Ein stutt hugleiðing um streykuna og innkeyp.
Ein mánadag klokkan er næstan 12.00. Hyggi í køliskápi, ná, má heldur fara ein túr til handils at keypa inn til ein drekkamunn, skrivið ein lista, mjólk, breyð og eitt sindur av pálegg.
Komin inn í handilin eru fólk har í hópatali, øll við hvør sínum innkeypsvogni ið stendur til at bresta, síggið fyri mær ein film um bjarnir áðrenn tær fara í híð, sum eg sá á Anemal Planet í gjár.
Meðan eg gangi framm við kassanum hoyri eg fólk tosa, hvøt við annan, um streyku, og at fólk eru púra svøk. Uppiyvir kassadamuni stendur handilsmaðurin og fylgir smílandi við.
Hyggið at listanum ið eg havi skrivað, 3 pakkar av mjólk. Komin yvir til mjólkina kemur ein eldri maður undir liðuna á mær, smáflennir og heldur fyri at fólk eru púra svøk, keypa stórt inn bara tí at útvarpið sigur at tað møguliga verður streyka. Hann sjálvur hevur ein innkeypsvogn eg teljið 7 pakkar av mjólk, 6 breyð og 11 pakkar av russarareyvum.
Ná, tað næsta á listanum er breyð, á veg yvir til breyðini síggið eg at, eitt hálvt rugbreyð liggur einsamalt eftir, tá eg skal taka tað kemur ein gomul kona framm um meg og fær hendur á hetta sísta breyði, hon hyggur umberandi eftir mær, og trýstir ovurfylta innkeypsvongin víðari.
Varnist eina stóra mannarúgvu við hyllina, har køkur ið bert tørva vatn, áðrenn tær skulla í ovnin, farið yvir og jú mín sann, eisini fæst breyð av sama slag, taki ein pakka, jú bert eitt sindur av vatni og síðani í ovnin og tú hevur eitt breyð. Takið mær nakrar pakkar. Og skjótt er eisini henda hyllin tóm.
Komin út í bilin, sitið eg eina løtu og eygleiði fólk ið streyma út og inn í handilin við posum í hópatali. Hyggið á baksetri á biliunum, har liggja 5 beriposar fullir av mati, og pulvurbeyði.
Týsmorgunin vakni og hugsið beinavegin um streykuna, smílist fyri meg sjálva, ja fólk eru púra svøk, komin oman í køkin tendri útvarpið, maðurin sigur at ongin streyka verður. Ná, men tíbetur er tað heiligdagur hósdagin, so eg noydist ikki út aftur at keypa inn til tað, men verri verður við pulvurbreyðunum.




