Inni á heimasíðu Fólkafloksins stóðu nakrar smá-hugleiðingar um “Føroyar sum eitt valdømi”!
Vælútborni høvundurin er útbúgvin teoritiskt men hugsar í so “lokalt”, ella møguliga bara vanliga naivt!
M.a. sigur hann: “ Tað er púrasta burturvið, at Føroyar framhaldandi eru pettaðar sundur í fleiri valdømir”.
Ofta verður sagt, um einasta landið í Evropu við einum valdømi, Grønland – sum enntá ivast í at venda aftur til gomlu ella aðra skipan “at vit kunnu ikki meta okkum við tað”. – Tí spyrji eg, hvat skulu vit so sammeta okkum við, tí Grønland er einasta landið við einum valdømi.
Hann heldur fram “Við einum valdømi verða politikarar noyddir at hugsa landspolitiskt”.
Áhugavert kundi verið at vita frá hesum smá-hugleiðara: Hvat er landspolitiskt? Er tað, at allir politikarar savna alt til høvuðsstaðin, fyri sum hann metir víðari, so sleppa vit undan “breyðføðispolitikarum”, sum búgva uttanfyri Havnina, tí “summir politikarar úr Klaksvík og Sandoy hava altíð verið tiltiknir fyri einans at hava egin lokalmál í huga til løgtingsval”.
Eg haldi ikki neyðugt er at fara djúpri inn í hesa “djúp-filosofisku” hugleiðing frá Heðini D. Poulsen, við so “sjálvsøgdum” grundgevingum.
Neyvan kann nakar koma við so snævurskygdum og einkisigandi grundgevingum um stórmál, sum valdømisskipan er, uttan so, at hesin á ein ella annan hátt hevur mist fótafestið.
Jógvan við Keldu




