sigur Júst Poulsen borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu eftir bygdarráðsfundin í kvøld
Mánadagin segði Pól Fuglø, bygdarráðslimur í Hvannasunds Kommu at borgarstjórin noktaði at fylgja eini bygdarráðssamtykt, um at taka upp samráðingar við Klaksvíkar Kommunu um eina møguliga samanlegging.
———-
Bygdarráðið hevði fund um støðuna í kvøld og eftir bygdarráðsfundin fingu vit orðið á bygdarráðsformannin.
– Vit eru samdir um at trupuleikin liggur hjá pressuni, sum hevur kóka málið upp!
– Eg havi ongantíð havt nakað ímóti at tosað við Klaksvíkar Kommunu, men sannleikin er, at vit bíðja eftir Klaksvíkar Kommunu.
– Eg havi einki ímóti klaksvíkingum og havi altíð kent meg vælkomnan í Klaksvík.
– Men tað er greitt at vit fara ikki at leggja saman, bara fyri at leggja saman.
– Vit mugu greitt vita hvørjir fyrimunir og vansar eru við eini samanlegging, og tað hava vit ikki enn fingið at vitað.
– Eg havi verið á fundi við Klaksvíkar Kommunu og avtalað varð, at teir skuldu senda okkum eitt skriv, men tað er ongantíð komið.
– Tað er tí beinleiðis skeivt at eg skal hava forða fyri nøkrum sum helst.
– Einasti trupuleiki sum vit duga at síggja er, at pressan hevur kókað málið upp, sigur Júst Poulsen, í viðmerking eftir bygdarráðsfundin í Hvannasundi í kvøld.
Sostatt er greitt at Hvannsunds Kommuna er klárt at fara undir samráðingar við Klaksvíkar Kommunu um eina møguliga samanlegging.
Í Hvannasunds Kommunu sita:
Júst Poulsen, borgarstjóri
Elmar Simonsen
E. M. Veronika Petersen
Niels í Búð
Pól Fuglø




