Tryggleiki hevur skortað í KÍ nú í fleiri ár. Okkum hevur væntað úrslit á vølli og harafturat peningaligur stuðul. Nú ynskja vit við vøllin at vend kemur í.
Dysturin í fsh verður ein áhugaverdur dystur. Onki kráv er til KÍ leikararnar, sum júst hava mist venjaran, men eg haldi at vit áskoðarar hava skyldu nú, at bakka upp um felagið, líkamikið hvat vit halda um venjaraspurningin.
Tað eru vit sum skulu vera her í samfelagnum og tað eru vit, sum skulu lata børn okkara og ommu og abbabørn oman á Djúpumýru at fáa gott í beinið.
Sosiali parturin kring KÍ hevur alsamt verið mentur seinastu árini. Á loftinum verður arbeiði gjørt, sum onga aðra staðni í Føroyum. Ungdómsdeildirnar og børnini hava kvalifiseraðar venjarar og eftiransarar og nærum øll heim í Klaksvík hava KÍ fyri at takka at børn, unglingar og ung hava møguleikar á Djúpumýru.
Tað hevur givið úrslit, hugsið um teir, sum eru uppvaksnir á Djúpumýru, og sum ídag eru við í oddinum í føroyskum fótbólti, ikki einans her á landi, men so sanniliga eisini uttanlands. Ongin nevndur og ongin gloymdur.
Nú okkara felag KÍ er í djúpari kreppu, eiga vit at møta flølment upp at vísa teimum, at vit stuðla teimum í stóra filantropiska arbeiði teirra.
Vit hava valt eina nevnd, og hon hevur tikið eina støðu og hagani halda vit beina kós ímóti 2009, sjálvt um skoðbráðið er stutt, tí er sera umráðandi at vit áskoðarar, kommuna og vinna eru opin fyri at skapa peningaligar karmar fyri størsta ungdómsarbeiðinum og eisini størsta undirhaldinum og sosiala samtakinum í kommununi, latið okkum øll taka lógvatak saman.
PS: Vit ruddararnir, sum eru komnir nakað upp í árini byrjað kl. 09 í morgin, sum vit hava gjørt, helst í eini 10-12 ár at rudda vøllin, so um onkur hevur hug at hjálpa okkum, so er hann vælkomin, vit eru liðnir áðrenn kirkjutíð, og tá hava vit eisini fingið kaffi og rundstykkir.
Møtið fjølment á Djúpumýru ídag.
Oliver, blaðstjóri á Norðlýsinum.




