Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Spøkir á skrivstovuni hjá KÍ???

John William Joensen

Á skrivstovuni hjá felagnum har venjarar, dómarar og umsiting felagsins heldur til er eitt sindur friðarligari enn vanligt, skrivar KÍ heimasíðan í morgun.

Á talvuni standa enn seinastu notatini hjá fyrrverandi høvuðsvenjaranum, sum vóru gjørd undan dystinum sunnudagin ímóti GÍ.

Omanfyri talvuna er klokkan steðga kl.16:45 tá lagna Tony Paris varð avgjørd.

Í dag er ein nýggjur dagur og maður kemur í mannsstað.

Um eina løtu fer Trygvi Mortensen at viska noturnar hjá Tony burtur og so byrjar ein nýggj tíð.

Battarríði í klokkuni verður skift og klokkan á vegginum fer aftur at siga leikarum, leiðarum og venjarum hvør tíðin er vit liva í. 

Ítróttarvitin brennur bjartur í hvørjari KI sál!

Kelda: www.ki.fo