sigur toppskjúttin í Formuladeildini, Paul Clapson, sum gleðir seg til dystin i dag
Tá vit hittu hann á málið í morgun hevði hann longu verið ein rennitúr, sum ein liður í persónligu fyrireikingini til dystin í dag móti Skála.
– Eg haldið at nú er tað upp til leikararnar at vísa at avgerðin hjá leiðsluni var røtt.
– Eg trúgvi at allir eru uppsettir at vísa hvør dugur er í okkum.
– Allir eiga at verða tendraðir og byrjað sum eitt ódnarveður, og eg trúgvi eisini fult og fast uppá at vit kunnu um vit vilja.
– Tað hevur verið góður stemningur undir venjingini so eingin ivi er um at vit ætlað at geva Skála skarpan gang.
Toppskjútti í Formuladeildini
Sambært www.f.fo er Paul Clapson toppskjótti við 8 málum fyri 9 dystir.
Aftaná honum kemur Anderson Castilho úr NSÍ við 7 málum, Rógvi Jacobsen úr HB við 6 málum og Clayton Soares úr B71 við 6 málum.
– Eg havi næstan skorða líka nógv mál í ár sum eg gjørdi alt árið í fjør og eg havi sett mær sum mál at gerast toppskjútti.
– Málið er at skora fleiri enn 20 mál fyri KÍ í ár, og vónandi fer tað at eydnast.




