Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sundaberg fingið heimasíðu

John William Joensen

Manningin umborð á Sundabergi hevur gjørt eina heimasíðu, har til ber at fylgja við lívinum umborð.

”Fólkið umborð umsitur heimasíðuna hjá verksmiðjutrolaranum Sundaberg, KG 336. Heimasíðan hevur til endamáls at kunna fólk um okkara viðurskifti. Talan er til dømis um fiskiskap, veður og vind, arbeiði og okkara dagligu gongd umborð langt burturi heimanífrá. At byrja við verður ikki tað heilt villa, men myndir, frásagnir og fastir tættir, sum t.d. "gesturin hesa vikuna" verður eftir ætlan at síggja á heimasíðuni. Vónandi verður heimasíðan væl vitjað.”, skrivar manningin á forsíðuni.

Heimasíðan er á:
www.123hjemmeside.dk/sundaberg