Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eru sera skuffaðir av gongdini

John William Joensen

sigur stjórin í P/F Havnar Fótbóltur, Steinfinnur Mittelstein, eftir at HB tapti enn einaferð móti GÍ

Stjórin í HB, Steinfinnur Mittelstein, heldur at HB á papírinum framvegis eigur besta hópin í landinum.
– Vit í HB halda framvegis at vit á papírinum eiga besta hópin í landinum, men innsatsurin leikararnir sýna á vøllinum samsvarar ikki.
– Tað er eingin loyna at vit eru sera skuffaðir av gongdini í løtuni og sjálvandi er hetta nakað sum leiðslan í HB ikki er nøgd við.

Framvegis álit á venjaranum
Stjórin í HB sigur at teir ongar ætlanir hava at siga venjaran úr starvið.
– Vit hava víst áður at vit tora at handlað skuldið tað verið neyðugt, men í løtuni er hesin spurningurin ikki aktuellur.
– Vit liggja á einum fjóðraplássið og enn eru 17 umfør eftir at spæla so einki er avgjørt enn.
– Sjálvandi kennir venjarin eitt ávíst trýst á sær, sum gongdin hevur verið, men vit hava fult áliti á at hann er førur fyri at venda gongdini.
– Hinvegin haldi eg ikki at leikararnir kunnu vera nøgdir við tað teir vístu í Gøtu.

Forvantningarnir sera stórir
– Tað er eingin loyna at forvantningarnir eru munandi størri í ár enn teir vóru í fjør og hetta kann eisini ávirka leikararnar.
– Í fjør roknaði eingin við okkum, men í ár er einki annað enn FM nóg gott og tað trýsti kann virka negativt uppá leikararnar.
– Harafturat vilja øll hini liðini jú vinna á føroyameistarunum.
– Men samanumtiki er tað ikki nóg gott at vit í somu viku bukað EB/Streym fyri síðani at tapa móti GÍ.
– Øll kunnu tapa dystir, men tað kann einans aksepterast tá leikararnir hava víst rætta stríðsviljan – men tað er júst tað sum teir ikki vísa í løtuni.

Umhugsað støðuna
Steinfinnur Mittelstein sigur at teir í HB umhugsað støðuna í løtuni.
– Vit skulu møta Skála mánakvøldið og so fáa vit at síggja um vit reisa okkum til tað tíð. Tann dystin eiga vit at vinna og gera vit ikki tað so mugu vit sjálvandi umhugsað hvat er at gera.

Harleyfacadeacryl