Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Elin Heinesen gestarøðari!

Oliver Joensen

Á aðalfundinum hjá Vinnulívsráðinum í Klaksvík verður Elin Heinesen gestarøðari. Elin er nýggi stjórin í SamVit, fyrr Menningarstovan og Ferðaráðið.

Elin hevur arbeitt uttanlands í fleiri ár, áðrenn hon fyrr í ár vendi aftur til Føroya og tók av starvinum sum landsins menningarstjóri.
Elin Heinesen fer á aðalfundinum at tosa um hvussu SamVit sær uppá viðkomandi menningarmøguleikar í Føroyum í dag. Eisini fer Elin at greiða frá sjávlum stovninum SamVit, sum er ein samanlegging av gomlu Menningarstovuni og Ferðaráðinum.
Aðalfundurin byrjar annars við sjálvari lógarásettu skránni fyri Vinnulívsráðið.
Síðani verður Elin Heinesen á skránni, og til seinast fer Rani Nolsøe at greiða frá gongdini í Íverksetarahúsinum higartil.
Fundurin er hóskvøldið 24. mai kl. 19.00 á Klaksvíkar Sjómansheimi.
Sigur nevndin fyri Vinnulívsráðið í tíðindaskrivi til Norðlýsið.

Harleywoodpaint