Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyar – spælipláss hjá útlendskum fakfeløgum?

Oliver Joensen

Sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í tíðindaskrivi um arbeiðssteðgin í føroyska fíggjarheiminum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera beinleiðis margháttligt, at vit hava útlendsk fakfeløg í Føroyum. Royndirnar kundu bent á, at Føroyar vera brúktar sum spælipláss, tá tað er tørvur á at vísa vøddar sínar.

Í løtuni hava vit arbeiðssteðg í føroyska fíggjarheiminum. Hesin arbeiðssteðgur fevnir tó bara um limir í einum av fakfeløgunum á hesum økinum. Hitt fakfelagið Yrkisfelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, sum fevnir um SFS (Starvsfólkafelag Sparikassanna í Føroyum) og YT (Yrkisfelagið Trygdin), og sum umboðar 70 % av starvsfólkunum á fíggjarøkinum, gjørdi fyrr í vár ein nýggjan 4 ára sáttmála við Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum.

Arbeiðssteðgurin fevnir sostatt bert um danska Finansforbundet, sum umboðar starvsfólk í Føroya Banka og Trygd. Hetta er bert aðru ferð í søguni, at Finansforbundet fer í verkfall. Fyrra verkfallið var í Grønlandi í 2005. Í Danmark hevur ongantíð verið eitt verkfall á fíggjarøkinum, síðani fakfeløg vóru stovna í 1939. Finansforbundet er ein samanlegging av Danske Bankfunktionærers Landsforening og Danske Sparekassefunktionærers Landsforening.

Tað ber tí til at staðfesta, at meðan arbeiðssteðgur ongantíð í nærum sjeyti ár er komin fyri í danska fíggjarheiminum, hevur hetta fakfelag valt at vísa vøddar sínar í bæði Føroyum og Grønlandi.

Hetta er uttan iva funnin frensur hjá danska fakfelagnum. Kostnaðurin av at taka eitt verkfall í Grønlandi ella Føroyum er lítil, bæði í krónum og í umdømi. Samstundis kann eitt slíkt verkfall brúkast til at vísa veruliga mótpartinum hjá fakfelagnum – danska fíggjarheiminum, at talan er um eitt fakfelag sum torir at bíta frá sær. Hinvegin er ein arbeiðssteðgur innan danska fíggjarheimin ein óhugsandi tanki, og tí er hetta heldur ongantíð komi fyri. Um tað kom so vítt, hevði danska fólkatingið helst beinan vegin lagt seg út í trætuna.

Eitt úlendskt fakfelag, sum ikki hevur sítt dagliga virki í Føroyum, fer ongantíð at kenna somu ábyrgd fyri okkara samfelag, á sama hátt sum tey, id búleikast her.

Á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava vit harafturat egna siðvenju og lóggávu, sum víkjur frá danskari siðvenju og lóggávu, og ivamál kunnu stinga seg upp um, hvør støðan reint løgfrøðiliga tá er.

Føroya Arbeiðsgevarafelag loyvir sær at seta spurnartekin við, um tað yvirhøvur eigur at bera til, at útlendsk fakfeløg eru virkin her á landi? Um nú S&K valdi at gerast limur í systurfelagnum í Svøríki, skuldu føroyski arbeiðsmarknaðurin so fáa sett krøv, sum taka støði í svenskum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum? Skuldu ein svenskur sáttmáli verið galdandi á økinum? Skuldu vit tosað svenskt undir sáttmálasamráðingunum?

Hvar er markið?

Harleywoodpaint