Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TJÓÐVELDISFLOKKURIN Í BRODDI FYLKINGAR

John William Joensen

– veljarakanningin.

tórbjørn jacobsen (23.05.07 – 12:40) 

Í mun til fjølmiðlarnar, í hesum førinum útvarpið, so kennir veljarin seg somikið bitnan og hugtiknan av politisku kósini hjá Tjóðveldisflokkinum, at hann ivaleysur ger hann til nógv størsta flokk í landinum – í nýggjastu veljarakanningini sum Gallup hevur gjørt fyri almenna stovnin Útvarp Føroya.

Í nógv Harrans ár hevur tað valdast um seinasta takið, hvør ið størstur varð av teimum fýra stóru flokkunum – í kanningum og valum. Broyting er komin í, og Tjóðveldisflokkurin liggur nú einsamallur í broddi fylkingar. Og gleivið aftur til hinar tríggjar hevur ikki verið so tambað tey seinastu 10-15 árini.

Hetta er tó heimastýrispressuni (tað ein rópar statspressan aðrar staðir) óviðkomandi. Flokkurin, sum í veljarakanningini fær ímillum triðing og fjórðing av atkvøðunum er ikki til. Hesi 27,4 %´ini av veljarafjøldini eru týdningarleys í høvdinum á teimum, sum við tvingsilsskatti og pantirætti halda síni radiostøð gangandi. Hendan einvegis propagandan ræðir tó ikki ein lítlan triðing av fólkinum, at halda fast um sannføringina, at skipanin av føroyska nationalstatinum er einasti vegurin at ganga, og at flokkurin annars hevur rikið ein skilagóðan og viðkomandi politikk á øllum hermótum hesi nógvu seinastu árini.

Tað heldur veljarin ikki at samgongan hevur gjørt. Kanningin er ein lemjandi ósigur fyri breiðu samgonguna. Ein ordans lúsingur frammaná. Tað sum í nevaleiki verður rópt ein uppercut. Allir samgonguflokkarnir ganga aftur, summir meira og aðrir minni, ímeðan andstøðan styrkir munandi um sína støðu. Serliga Tjóðveldisflokkurin, ið er vaksin við á leið 5%´um síðani løgtingsvalið í 2004 og Miðflokkurin, ið hevur havt at kalla sama viðrák. Sjálvstýrisflokkurin tykiskt hava mist sína egnu uppdrift, og tekur floksapparatið ikki einhvørji álvarslig stig til at venda gongdini, so býður ikki í bøtur.

Um Fólkaflokkurin fær 18 ella 21% undir verandi umstøðum er líkamikið, bæði fyri gongdina og fyri teir. Í sløk fýra ár hava teir stjórna at kalla øllum, sum hendan heimastýrisstjórnin hevur tikið sær fyri, og tað koma teir at gera fram til valið. Flokkar og tingmenn eru av órannsakiligum orsøkum lýdnir trælir og sum modelervoks í lógvunum á teimum. Sambandsflokkurin er liðaður sundur, gamla kenda kjarnan er ikki intakt, og táið valdsbasan í flokki við ongum politiskum máli handan kolonistøðuna, ikki er til longur, tá fer flokkurin av sær sjálvum út á eina deroutu, sum ongin endi er á. Har mega nýggjar peilingar gerast í mun til ný ákomnu støðuna. Løgmansflokkurin gongur eisini aftur í mun til valið, og tað man vera eindømi í vesturheiminum, í vanligum og góðum tíðum, at flokkurin, sum eigur „ríkisleiðaran“, dragnar í veljarakanning. Óvanligt í hvussu er, at løgmanseffektin er negativ.

Sjálvandi er tað áhugavert, at Miðflokkurin hevur stóra framgongd. At isolera framgongdina til støðuna í 266b-málinum er lítið skilagott. Flokkurin hevur í grundini rikið ein skilagóðan andstøðupolitikk á nógvum økjum og hevur verið serdeilis virkin á øllum hermótum. Hartil hava teir megnað sera væl at ruddað sær slóð inn í fjølmiðlarúmið, og har hevur Bill kanska verið minst líka so kringur sum Jenis. Tí tykist tað eitt sindur bakvent, táið Úf hespar framgondina upp á antidiskriminatiónsgreinina einsamalla, og alt tað sum tá hendi, m.a. tað at Karsten Hansen valdi at flýggja úr Tjóðveldisflokkinum. Jenis sleppur so fyri opnari og ókritiskari mikrofon at siga, at hetta er høvuðsorsøkin og tekur sjálvandi gamla sýslumannin í Klaksvík við í euforiini. Men hví í Guðs garði spyr ongin formannin í Miðflokkinum, hvussu tað so kann bera til at flokkurin, sum 266b-andstøðingurin er hopaður undan, hevur havt eins stóra framgongd sum Miðflokkurin síðani løgtingsvalið seinast? Her brast onkur sikring í logikkinum, orsøk og avleiðing hanga ikki saman. Fylgjast ikki. Táið homlubandið brestur, er trupult at halda árini at tollinum, vónandi var tað bara tað sum hendi í Sortudýki í gjárkvøldið.

Hvussu flytingarnar annars hava verið millum flokkarnar vita vit ikki. Heldur ikki um tølini finnast. Tað ber tó til at gita um tað.

Okkurt bendir á, at Miðflokkurin er í fer við at breiðka sær um veljaragrundarlagið. Okkurt bendir á, at hann er farin frá isolatiónini úti á ytsta samkomuveinginum inn í tað traditionella veljaragrundalagið hjá Sambandsflokkinum – tað heimamissiónska landslagið. Í hvussu er hava ávísar ábendingar verið um tað í Eysturoynni í seinastuni, serliga eftir lunkaðu støðuna, sum Sambandsflokkurin hevði til 266b-málið, og kanska serliga eftir tann heilt merkiliga leiklutin sambandstingmaðurin á Toftum valdi at spæla í tí førinum. Innanfyri og uttanfyri. Uttanfyri og innanfyri. Sveiggjhurðarnar hava gingið dúgliga má sigast. Tað sum er mest áhugavert í hesum skiftinum er tó, at hetta eru tey mest inkarneraðu ríkisfelagsskapsfólkini í landinum, sum fara aftaná nationala retorikkinum hjá Jenisi og Bill, og sum ikki er vorðin lakari, eftir at Karsten valdi at aksla síni skinn við teir. Eitt paradoks. Har Miðflokkurin er vorðin eitt slag av andaligum ventili, sum fólk verða slúsað ígjøgnum frá sambandi til fullveldi. Hetta seinra, um tjóðskaparligi retorikkurin hjá Miðflokkinum annars stendur til troende.

Destabilatiónin í Sambandsflokkinum annars hevur havt tað við sær, at nakrir veljarar hava valt sær tryggleikan í hinum sambandsflokkinum – Javnaðarflokkinum. Fólkaflokkurin hevur mist nakað av loysingaratkvøðum til Tjóðveldisflokkin og í dupultspælinum um 266b-málið hava teir mist nakað til Miðflokkin. Og til endans er ein partur av Javnaðarflokkinum somikið troyttur av høgrasnaringini hjá Jóannesi, at teir hava valt einasta alternativið á vinstru síðuni – Tjóðveldisflokkin.

Samanumtikið – ein dyggur frammaná hjá samgonguni og eitt herðaklapp av teimum trivaligu til andstøðuna. Hvar Sjálvstýrisflokkurin flýtur í hesi sferuni er ilt at vita. Í hálvt fjórða ár hevur hann verið eitt slag av subkulturi í reiðrinum hjá samgonguni og reiðmaður á tveimum hestum skrædnar sum oftast í klovinum umsíðir. Hendan veljarakanningin er ein greið ábending um, at veljarin ynskir at sleppa av við núverandi heimastýrisstjórn. Ongantíð ov skjótt. Hvat alternativið skal verða, fæst ikki at vita í hesi kanningini. Tað kemur í stóran mun at laga seg eftir hvussu flokkarnir koma burturúr komandi løgtingsvali og ikki minst hvørjir persónarnir verða, sum koma at mynda tingið eftir tað. Í hvussu er kann sigast, at sum Fólkaflokkurin hevur hóreiggjað sær hesi seinastu árini, so er ein samgonga ímillum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin eitt eins gott alternativ sum nakað annað. Tá skuldi í hvussu er borið til at broytt nakrar avgerðandi strukturar í samfelagnum og helst at sleipa tjóðina nakað væl ávegis nationalstatinum. M.a. kundi man fingið eina avtalu um at minka ríkisveitingina við somu upphædd, sum hendan samgognan hevur veitt teimum múgvandi í lætta, ígjøgnum skattaskipanina hesi seinastu árini. Hvørki gerst saman við Fólkaflokkinum við núverandi manning, tað er í øllum førum prógvað so eftirtrykkiliga. Leikluturin hjá formanni teirra í Fólkatinginum, danska riddaranum Anfinni Kalsberg, man vera besta prógvið um, hvussu illa politiskt stjølaður hesin fyrr so bræsni flokkur er vorðin.

Fyri Tjóðveldisflokkin er hendan veljarakanningin ein greið ábending um, at rikni politikkurin er á heilt góðari leið, og at veljarin í alt størri mun heldur, at hesin sami politikkurin skal rekast úr stjórnarstovunum úti í Tinganesi í framtíðini. Øgiligi og óvanliga stóri vøksturin í undirtøkuni hjá andstøðuflokkunum bendir eisini á, at veljarin er farin at ótolnast, og helst vil hava løgmann at skriva val út skjótast gjørligt. Tað eru nú einaferð bara tey fægstu sum trívast í politiskum vakuum og í læntum fjarðum.

ES:
18 tímar eftir at Úf lanseraði kanningina, og 18 tímar eftir at hesin almenni stovnur tosaði við Jenis, Kaj Leo og Jóannes og fleiri tímar eftir at Norðlýsið hevur samrøðu við Høgna Hoydal á heimasíðu teirra, og helst eftir at onkur hevur gjørt stovnin varugan við løgnu raðfestingina, ómakar man sær umsíðir, at spyrja formannin í nógv størsta flokkinum, hvørjar hugsanir hann nú einaferð hevur um hesa veljarakanningina, sum á mangan hátt líkist einum føroyskum meti, hvat Tjóðveldisflokkinum viðvíkur. Hvør einstakur kann gera sær eina meting um hesa sjaldsomu raðfestingina.