Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skótalið Nólsoyar Pálls og Team Klaksvík fingu kr. 50.000,- í part frá EIK

John William Joensen

Partaeigarfundurin fyri eysturoyingar og norðoyingar varð hildin í ítróttarhøllini í Runavík ígjárkvøldið.

Um 350 fólk høvdu teknað seg og tey fingu ein góðan bita og undirhald. Og spenningurin var í hæddini, tá Bjarni Olsen, stjóri í Eik, avdúkaði, hvørji hugskot sluppu gjøgnum nálareygað og fingur stuðul frá Eik. 

Fyri Norðoyggjar fingu hesi stuðul:

Skótalið Nólsoyar Pálls fekk kr. 50.000 í stuðli. Húsið hjá skótaliðinum trongir til ábøtir og innbúgv eins liðinum tørvar nýggja útgerð so sum tjøld o.a. til útilív. Av tí at skótar hava eina positiva og gangliga ávirkan á børn og ung hevur Eik Grunnurin valt at stuðla skótaliðnum.

Uppskotsstillari og móttakari: Skótalið Nólsoyar Pálls, formaður Símun Mikal Sørensen

Team Klaksvík fekk kr. 50.000. 
Team Klaksvík er eitt nýstartað felag fyri manshondbólt. Arbeitt verður við at seta á stovn eitt ungdómslið, og Eik Grunnurin vil fegin stuðla hesum uppstarti, tí ítrottarfeløg hava stóran týdning trivnaðin í økinum, har feløgini virka.

Uppskotsstillari og móttakari: Team Klaksvík, formaður Fríði Ziskason

Ungsómshúsið í Klaksvík "Húsið" fekk kr. 50.000. Húsið hevur ætlarnir um 1. juni at lata dyrnar í Dávavirkinum upp fyri 8 venjingarhølinum til royndar og óroyndar tónleikarar og -bólkar. Eik Grunnurin vil fegin stuðla hesum átaki, sum umframt at skapa trivnað kann hjálpa at fáa fram dugnaligar ungar tónleikarar.

Uppskotsstillari og móttakari: Beinta Gregersen, leiðari fyri "Húsinum"

Klaksvíkar fimleikafelag kr. 50.000. Jóhan í Heimustovu Johannesen, sum er virkin í Klaksvíkar Fimleikarfelag, hevur skotið upp at veita stuðul til at styrkja og menna tvær nýggjar fimleikagreinar (spring/rútmu) ið nevnast Parkour og Tricking. Hetta er sambært umsøkjaranum væl umtókt, og tey hava vant saman við danska meistaranum í breakdance. Fyrsta stigið er at keypa ein Mega bana, síðan ein softtop ella at enda luftmáttu og combimáttu. Tær 50.000 røkka ikki til alt hetta, men kann vónandi vera eitt gott ískoyti.

Uppskotsstillari: Jóhan Heimustovu Johannsen

Móttakari: Klaksvíkar Fimleikafelag, formaður Katrin Jacobsen

Sjórænaraholan í Svínoy fekk kr. 100.000. Holan er eitt stórt helli, har svínoyingar krógvaðu seg fyri sjórænarum. Atkomuligheitin er ikki góð, so tí er trupult at nýta hana í sambandi við eitt nú ferðavinnu. Við gera atkomuligheitina betri kann ferðavinnan í Svínoy óivað fáa stóra gleði av hesu sjáldsomum holu.

Uppskotsstillari og móttakari: Jógvan Edmund á Geilini í samráð við Búnaðarstovuna.

Síðani stóð Eysturoyggin fyri tørni. Eisini hagani vóru nógv góð uppskot innkomin, og hesi uppskot fingu stuðul frá Eik. 

Svimjifelagið Skeggjar í Gøtu fekk kr. 20.000. Skeggjar er svimjifelag við uml. 20 svimjarum úr 1. – 5. flokk og við uml. 20 svimjarum undir skúlaaldur. Eins og onnur ítróttarfelag hevur Skeggjar stóran týdning fyri trivnaðin, heilsuna og eisini møguleikarnar hjá teimum ungu í Gøtu. Eik Grunnurin vil tí fegin stuðla felagnum

Uppskotsstillari: Jørgen Nielsen

Móttakari: Lív Magnussen, skrivari fyri svimjifelagið Skeggjar 

Missionshúsið í Leirvík fekk kr. 20.000. Hvørt leygarkvøld er opið hús i kjallaranum í missiónshúsinum frá kl. 20 – 24. Men børnini krevja meir í dag enn tey gjørdu fyrr. Tí hevur Haakon M. Djurhuus skotið upp at Eik Grunnurin letur missiónshúsinum stuðul, so tað fær møguleika fyri at fáa tilvega ymiskt, sum hevur áhuga fyri tey ungu, t.d. eina videokanón, eitt playstation3, nøkur spøl, eitt lørift e.a.t.

Uppskotsstillari og móttakari, leiðari fyri "opið hús" tiltakinum í Leirvíkar missiónshús, Haakon M. Djurhuus

Fuglafjarðar Fornminnisfelag fekk kr. 100.000. Høvdahúsini eru elstu hús í bygdini (bygd í 1804), sum Fuglafjarða Fornminnisfelag er í holt við at umvala. Men eftir er at fáa grótlaðing, flagtekjuna, elveiting og fáa ein hjall, sum er umvaldur, settan upp. Nútíðin og framtíðin íkoma av tí sum fyrr er hent. Tí leggur Eik Grunnurin eisini dent á at stuðla varðveitingina av tí, sum kann lýsa okkara søgu.

Uppskotsstillari og móttakari: Petur Martin Petersen, formaður fyri Fuglafjarðar Fornminnisfelag

Skótadepilin á Selatrað fekk kr. 40.000. Nógv, bæði skótar og onnur, nýta árliga skótadepilin á Selatrað. Tørvur er alsamt á at viðlíkahalda og betra umstøðurnar á skótadeplinum. Hesum vil Eik Grunnurin fegin stuðla, so m.a. gøturnar gerast meira atkomuligar fyri rørslutarnað. 

Uppskotsstillari var Jan á Argjaboða, Tórshavn og móttakari Trygvi Sigurðsson, leiðari fyri KFUM skótarnar í Føroyum

Húsið hjá Eldrafelagnum Nón á Glyvrum fekk kr. 50.000. Trivnaður er ikki bara fyri tey ungu. Tað er eisini umráðandi at vit geva okkara eldri borgarum góðar umstøður. Tí vil Eik Grunnurin fegin stuðla arbeiðinum við liðuggera húsini hjá Eldrafelagið Nón á Glyvrum.

Uppskotsstillari og móttakari: Amy Djurhuus, forkvinna fyri eldrafelagið, Nón, á Glyvrum

Spæliplássið í Rituvík fekk kr. 50.000. Í Rituvík hevur ein áhugabólkur, nevndur "Spælipláss í Rituvík", við hjálp frá Runavíkar Kommunu, gjørt eitt spælipláss 1.700 fermetrar til støddar. Har er sparkivøllur o.a. Ætlanin at gera eitt felags grillpláss við benkrum og borðum og eini felags grill. Á økið skulu eisini leggjast flísar. Spæliplássið verður nógv brúkt av bygda og avbygdafólki. Avgjørt nakað sum Eik Grunnurin heldur kann gagna trivnaðin í Rituvík.

Uppskotsstillari og móttakari, vegna áhugabólkin, Laura Olsen, Rituvík

Handilsskúlin á Kambsdali fekk kr. 60.000 í stuðli til eitt listarverk eftir Edward Fuglø. Verkið verður ímyndin av hesum vinnuskúlanum, sum á hvørjum ári klekir og fer at klekja dugnaligar næmingar til m.a. Eik, skrivar umsøkjarin. Hetta heldur Eik Grunnurin er sera gott argument fyri at veita stuðulin!

Uppskotsstillari og móttakari: Páll Isholm, stjóri fyri Handilsskúlan á Kambsdali. 

Gongugøta við Løkin og kring Toftavatn fekk kr. 100.000 í stuðli.

Uppskotsstillarin, Petur J. Petersen, skjýtur upp at gera gonguveg niðan við Løkin og fram við Toftavatni við gøtuljósum og benkrum ymsastaðni. Somuleiðis kundu roynt verið at fingið laks at komið niðan í ánna. Náttúran er eitt av okkara størstu aktivum tá tað kemur til trivnað og eisini ferðavinnu. Eik Grunnurin heldur tí, at hesum stuðul er væl givin út.

Uppskotsstillari er Petur J. Petersen og móttakarar vóru borgarstjórin í Nes Kommunu, Símun Johannesen, og borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Hans Jacob Lamhauge.

Harleywoodpaint