Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða tubbaksfría dagin – 31. mai

John William Joensen

Presturin í Leirum er givin at roykja í fyribils eitt ár

Á fólkaheilsudegnum, sum Almanna- og heilsumálaráðið skipaði fyri tann 16. mai, helt presturin í Leirum, Ólavur Rasmussen, áhugaverdan fyrilestur. Hann tosaði um evnið “Fólkaheilsa og lívsgleði”. Hetta gjørdi hann, honum líkt, sera undirhaldandi. Hann greiddi leingi og væl frá kærleikssambandi sínum við hana – sigarettina. Hvussu hann saknaði hana, tá hon ikki var við hond, og hvussu góður stuðul og góð troyst sigarettin var honum. Og hevði verið tað í stóran mun alt lívið. Hann segði frá, hvussu tað østi hann at síggja teir frelstu í miðlunum tala niðursetandi um hana. “Beint út sagt: Eg havi hug til at blása roykin í skonina á teimum, meðan teir standa á sjónvarpsskýggjanum”, segði Ólavur. Hann segði eisini, at tað tyktist fyri honum, sum um at tubbaksátøkini vendu sær ímóti teimum frelstu, teimum, sum longu høvdu lagt av ella als ikki royktu. Um átøk móti royking skuldu hava nakra ávirkan, var neyðugt at leggja á annan bógv og koma á tal við tey mongu, sum av einum reinum hjarta elska og æra sigarettina, tí hon er teimum so holl í gerandisdegnum.

Hann festi sær síðani í uppi á talarastólinum og segði, at hann ætlaði at leggja av at roykja, tá ið sigarettin, hann hevði í hondini, var sløkt, og hann ætlaði sær at halda hetta í eitt ár, um myndugleikarnir hinvegin vildu brúka 40.000 kr til tubbakslýsingar, sum ikki vendu sær til tey longu frelstu, men til roykjararnar. Fjølmiðlaátøk, sum við humor og forstáilsi bóru boðini um vandan fyri heilsuna, sum tubbak er.

Fyribyrgingarráðið tekur við hesum av tilboðnum hjá presti og fer at gera tubbaksátøk í almenna rúminum fyri minst 40.000 kr., og vit fara at royna at fylgja hansara uppskrift um at bera boðini skemtiliga og við virðing fyri teimum 26 prosentunum, sum enn roykja dagliga í Føroyum.

Fyribyrgingarráðið