Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

100% ROYKLEYST UMHVØRVI

John William Joensen

Roykleyst innandura – Fyrireika teg til mótstøðu – Hvussu tú skalt svara mytum frá tubbaksídnaðinum aftur.

Hóast fólk hava tikið væl undir við lógunum, sum banna royking, má tað almenna fyrireika seg at svara teimum mongu gomlu grundgevingunum, sum miða eftir at forða lógunum í at verða samtyktar og settar í gildi.
Størst er mótstøðan frá tubbaksídnaðinum, ið ofta nýtir ein triðja part, t.d. hotell og matstovufeløg, at bera fram sínar grundgevingar, meðan ídnaðurin sjálvur
sum best roynir at halda seg uttan fyri almenna kjakið.

Í flestu førum eru mannagongdir og grundgevingar frá mótstøðuni kendar frammanundan og mugu fáa mótsvar. Tubbaksídnaður og viðhaldssinnað seta spurning við árin, ið passiv royking hevur á heilsuna, og skjóta upp, at serlig øki og luftskifti verða góðtikin alternativ. Eisini halda tey uppá, at lógirnar um roykloysi eru brot á sokallað "roykjararættindi", ella eru rætt og slætt óneyðugar, óhóskandi, órímiligar, og at tær fara at hava skaðiliga ávirkan á vinnuna (serliga matstovur, barrir og kasino. Hesi uppáhald eru ikki prógvað og áttu ikki at verið tikin við í avgerðir, sum ráðgevingar taka.

Her eru nakrar av vanligastu mytunum frá tubbaksídnaðinum og aftursvar.

1. MYTA: Tubbaksroykur kann vera til ampa, men ikki meira enn tað

SKEIVT!
Men tubbaksroykur er annað enn ampi. Tubbaksroykur er heilsuvandi. Til tess at verja seg fara ídnaðurin og stuðlar helst at leita fram aveldar ella óváttaðar kanningar, sum tubbaksídnaðurin ella feløg við tilknýti til hann sjálv hava fíggjað í nógvum førum. Tey gera ta niðurstøðu, at eingi haldgóð prógv eru um, at tubbaksroykur er vandamikil.

MINST TIL:
Minst 200.000 fólk doyggja um árið bara á arbeiðsplássum (14% av øllum arbeiðsrelateraðum deyða, sum sjúka hevur elvt til) og 2,8% av øllum lungnakrabbasjúkum. Nógv av hesum fólkum arbeiða í matstovu-, hotell-, undirhalds-, og tænastuvinnuni. Men trupulleikin kann vera innan øll arbeiðsøki

2. MYTA: Sjálvbodnar semjur bjóða "kurteisisval": pláss er bæði fyri teimum, sum roykja, og teimum, sum ikki roykja.

SKEIVT! Hugtakið "kurteisisval", har roykjarar og ikki-roykjarar eru saman í sátt og semju, skúgvar álvarsliga heilsuvandan av passivari royking til viks. Kortini hevur tubbaksídnaðurin brúkt hetta í stórum lýsingarherferðum og heldur uppá, at hesin hugburður fremur tolsemi við tað, at hann loyvir, at roykjarar sum ikki-roykjarar eru samstundis á somu avmarkaðu økjum.

MINST TIL:
Uppáhald frá ídnaðinum byggja ikki á próvtilfar og royndir. Sjálvbodnar semjur,
sum fáa tey, sum ikki roykja, at vísa tolsemi, muna ikki, tá ið talan er um at verja fólk ímóti skaða, sum stendst av passivari royking. Tær kunnu forða fyri, at sett verður í verk fyribyrging, ið veruliga munar. Til dømis í Finnlandi, Írlandi, Nýsælandi, Uruguay, Kalifornia og aðrastaðni eru politiskir ráðleggjarar komnir til ta niðurstøðu, at sjálvbodnar avtalur o. tl. ikki muna nóg væl, tá talan er um at verja heilsuna hjá arbeiðsfólki og fólki yvirhøvur. Tí hava tey valt at samtykkja og fremja lóggávu um 100% roykloysi.

3. MYTA:
Luftreinsiskipanir verja tey, ið ikki roykja, móti passivari royking.

SKEIVT! Tubbaksídnaðurin hevur mælt til at seta upp og brúka dýrar luftreinsiskipanir og útgerð, so pláss skal vera bæði fyri roykjarum og ikki-roykjarum í ávísum rúmum. Hetta er eitt snildi at brúka, so tað slepst undan
strongum forboðum. Luftreinsiskipanir eru ikki bara sera dýrar, tær verja heldur ikki heilsuna. 100 % roykleyst umhvørvi er einasti vegur at verja heilsuna móti passivari royking.

MINST TIL:
Í tubbaksroyki eru bæði bitlar og ymisk gass. Luftreinsiskipanir megna ikki at reinsa allar bitlar og als ikki eitrandi gass. Harafturat anda vit nógv av bitlum í okkum, umframt at teir seta seg í klæði, innbúgv, veggir, loft og annað, áðrenn teir koma í luftreinsiskipanina. Hóast sterkari luftreinsing minkar um innandura dálkingarevni, t.d. tubbaksroyki, skuldi styrkin í luftreinsingini verið meir enn 100 ferðir oman fyri tað, sum vanligt er, bara fyri at taka luktin. Neyðugt hevði verið við enn størri styrki at beint fyri eiturevnum,sum er einasta trygga valið, tá ið ræður um heilsuna. Skuldu eiturevnini frá passivari royking verið sílað úr luftini, hevði verið neyðugt við so stórum luftskifti, at tað hevði ikki borið til, tað hevði verið óunniligt inni, og eingin hevði havt ráð til tað.

4. MYTA:
Roykleyst umhvørvi ber ikki til.

SKEIVT!
Bæði roykjarar og ikki-roykjarar taka undir við roykleysum umhvørvi. Um rætt verður atborið, er tað við at verja fólk móti passivari royking. Tað stimbrar eisini roykjarar, sum vilja leggja av, ger tað lættari at gevast og verða verandi roykleysir.

MINST TIL:
Próvtilfar úr fleiri londum, t.d. Írlandi, Nýsæland og Noregi vísir, at roykleyst umhvørvi ber væl til, fólk taka undir við tí, at kalla av sær sjálvum.

5. MYTA:
Roykleyst umhvørvi hevur við sær, at mat- og vínstovur missa vinning.

SKEIVT!
Hóast tubbaksídnaðurin roynir at sannføra vinnurekandi og ráðleggjarar
um tað øvugta og stuðla sítt uppáhald við vánaligum kanningum, hevur ikki ein einasta óheft og álítandi kanning prógvað, at roykibann gevur verri úrslit fyri handil og búskap.

MINST TIL:
Óheftar kanningar í Kanada, Írlandi, Italia, Noregi og í býum sum El Paso og New York vísa, at sum heild verður vinnan verandi á sama stigi ella veksur eftir roykibann. Kring allan heim vísir kanningartilfar um sølu og arbeiði áðrenn og aftaná, at politikkurin um roykleyst varð settur í verk, annaðhvørt onga ella góða ávirkan í hotel-og matstovuvinnuni.

6. MYTA:
Roykibann skerjir rættindi og valfrælsi hjá roykjarum.

SKEIVT!
Roykloysislógir skerja ikki rættindini hjá nøkrum. Tær verja heilsuna hjá fólki við at áseta, hvar fólk kunnu roykja, og hvar tey ikki kunnu roykja.

MINST TIL:
Vit skulu minnast til, at flestu fólk roykja ikki, og flestu teirra, sum roykja, vilja fegin leggja av. Nógvir roykjarar brúka ikki tubbak, tí teir hava valt tað, men av trongd, sum nikotin í øllum tubbaksvørum hevur við sær. Rættindi hjá tí einstaka at anda óeitraða luft í seg, kemur fram um rættin hjá roykjarum at roykja á almennum støðum og hótta heilsuna hjá øðrum. Her er ikki spurningur um frælsi at nýta loyvdar vørur. Her snýr tað seg um, hvar fólk kunnu roykja og ikki verða til bága fyri heilsuna hjá øðrum.

Kelda: WHO, http://www.who.int/tobacco/resources/publications/wntd/2007

Harleyfacadeacryl