Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ-kvinnurnar leika móti B36

Oliver Joensen

Í ódnarveðrinum íkvøld spæla KÍ kvinnurnar og B36 kvinnurnar í fyrru hálvfinaluni á Djúpumýru, støðan er 4-0 til KÍ.

Nú upp undir endan av dystinum øtlaði hann veðrið rættuliga, so ilt er hjá kvinnunum at spæla. Tá vit vóru ísamband við okkara fólk við vøllin, varð sagt, at fyrri hálvleikur endaði javnur 0-0. Men í seinna hálvleiki hevur KÍ havt yvirtakið og nú bert fáir minuttir eru eftir av dystinum er støðan 4-0 til KÍ.
Hetta er fyrra hálvfinala, seinna skal leikast í Havn 13., so sigast má, at KÍ kvinnurnar hava eitt gott útgangsstøði.
Beint nú frætta vit at dysturin er liðugur og at endaliga úrslitið gjørdist 4-0.