Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Semja á fíggjarøkinum

John William Joensen

Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum – AFF – og Finansforbundet undirskrivaðu í morgun nýggjan 4-ára sáttmála.

Semingsmenninir Alfred Petersen og Jógvan Amonsson kallaðu mikudagin 30. mai 2007 AFF og
Finansforbundet til aðru semingsroynd. Hósmorgunin komu partarnir ásamt um eina loysn, har
útreiðslukarmurin er á 11,94 prosent yvir eitt fýra ára tíðarskeið.
Framdar eru ávísar dagføringar av sáttmálanum og harmoniseringar í mun til hinar sáttmálarnar hjá
AFF, umframt at avtalað er ein avmarkað trygd fyri lønarvirðinum fjórða sáttmálaárið.
Arbeiðssteðgurin í Føroya Banka og Trygd og skerda virksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar,
Føroya Lívstrygging, Eik Banka, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og Kaupthing Bank er
soleiðis av. Deildirnar hjá Føroya Banka og Trygd lata upp aftur fyri vanligari avgreiðslu klokkan
13.00 í dag, meðan hinar fyritøkurnar lata upp til vanliga tíð.
Starvsfólk í Føroya Banka og Trygd, sum hava verið rakt av arbeiðssteðginum, skulu møta uttanfyri
Føroya Banka í Húsagøtu, har semjan verður gjøgnumgingin.
Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Finansforbundet

Harleywoodpaint