Hóast fiskiskapurin var í lakara lagið í byrjanini av hesum túrinum, so hevur gingið betur seinastu dagarnar.
Atlantic Navigator roynir beint innanfyri íslendska markið, einar 123 fjórðingar norður vestur úr Mykinesi, ella einar 10 fjórðingar innanfyri íslendska markið.
Tað hevur verið friðarligt at royna fyri íslendingum, tí teir hava verið inni og hildið Sjómannadagin, sum sigur er í Íslandi, men nú eru teir komnir útaftur.
Í gjár fekk Atlantic Navigator eini 80 tons av surimi niður og hava tey nú fingið eini 950 tons av surimi og 350 tons av mjøli í lastina.
Veðrið er ídag av tí allarbesta, stilli og sól, so umstøðurnar eru góðar.
Vit hava fingið eitt tjaldur á vitjan, siga tey umborð. Heiðafuglur, sum kemur umborð á skip so langt úr landi, doyr ofta skjótt orsakað av vatntroti, og tí hava vit verið har frammi og givið tí vatn at drekka, so kanska fer tað at yvirliva.
Annars hava tey tað øll gott og lata heilsa heima.




