Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er summari komi til Danmarkar

John William Joensen

Ídag lova veðurmennirnir heilt uppí 25-27 hitastig. Bæði leygardagin og sunnudagin vera 28 hitastig og fer hitin at halda sær teir næstu dagarnir, skrivar SáH úr Danmark

Vindurin er næstan ongin, so alt talar fyri einum sera heitum vikuskiftið í Danmark. 
Hugdi júst eftir hitamálarnum á terassuni og er hann 38 hitastig í sólini. Ráðini eru, at smyrja seg við sólkremi, brúka sólhatt og drekka nógva vesku. 
Sjógvurin er ikki líka heitur, har eru 18 hitastig í eystur strondini av Jyllandi. Her í Århus havi vit fleiri strendur og ein tann kendasta er Måsegård strand, sum eisini hesar myndirnar eru tiknar frá. 

Meira myndir síggjast á www.simun.dk.

SáH