Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg haldi ikki at eg vinni ídag

Oliver Joensen

John Havn Rasmussen, sum er komin allan vegin úr Føroyum til Norðurnoregs, heldur seg ikki at hava møguleika ímóti normonnum.

Tá vit prátaðu við John Havn fyri løtu síðani frammanundan heimsmeistaraheitinum í egning, var John ikki heilt álviligur.
Teir brúka ikki somu húkar sum vit eru vanir við, og harafturat eru teymarnir úr nylon, so skal eg siga sum er, so vænti eg ikki at eg havi nakran møguleika, men eg ætli mær at gera tað, sum eg eri mentur, og so gerst ikki meira.
Annars hava vit havt ein fínan túr her í Norðurnoregi og eg gleði meg til at sleppa umborð á Vesturvón, tá kappingin er liðug.