Við at varðveita okkara søgu og samleika, hava vit teir bestu møguleikarnar at ‘branda’ Føroyar í topp millum heimsins tjóðir.
Í hesum døgum verður roynt at skapa eitt grundarlag at ‘branda’ Føroyar úti í heimi. T.v.s. skapa eina mynd av Føroyum millum útlendingar, sum er positiv og dragandi, soleiðis at fleiri og fleiri vilja samhandla við okkum, og velja Føroyar sum ferðamál.
Altjóðagerðin hevur nevnliga viðført, at heimurin allur brádliga er á einum og sama marknaði. Tað áhugaverda er, at hesin marknaður ikki einans eftirspyr vørur og pengar, men eisini uppmerksemi, rættindi, uppruna, søgu o.l.
Skulu vit uppliva framburð í hesum nýggju tíðum, mugu vit duga at navigera eftir tí sokallaða ‘upplivingarbúskapinum’. T.v.s. at tað, sum fyrr var eitt krav um ‘funktionalitet’ við eini vøru, er í dag eisini ein eftirspurningur eftir tí serligu søguni við vøruni. Við fiski kann tað t.d. vera eitt ynski at vita, hvar fiskurin er fiskaður, við hvørjum reiðskapi, við hvørjum báti, hagreiðing o.s.fr.
Upplivingarbúskapurin er komin fyri at verða, og tað vera tey, sum duga at navigera í nýggja búskapinum, sum draga útviklingin til sín. Tey sum ikki duga, fara fyrst at merkja stagnatión, og síðani afturgongd.
Stór orð, kanska, men ikki minni sannlík av teirri orsøk.
Gerðabøur eitt stórt
aktiv fyri framtíðina
Um Klaksvík skal vera við í fremstu røð, mugu vit á fleiri økjum tora av nýhugsa.
Ein av okkara stóru møguleikum liggur í nýggju býarætlanini, sum í løtuni er til almenna kunning í býráðinum.
Tíanverri sær tað út til, at vit – millum fleiri góðar ásetingar – eru í ferð við at gera eitt dýrkeypt sjálvmál, sum kann koma okkum svárt aftur um brekku.
Tað er álvarsliga málið um bygging í Gerðabøi, sum ein meiriluti í vetur atkøvddi ígjøgnum býráðið.
Óansæð hvønn veg tað dregur, so er hesin bøur seinasta økið, sum er eftir í Klaksvík, har frítt er úr fjørðuni niðan í bøgarðin. Hann er sostatt ein óvanliga væl varðveittur varði yvir lívsnervina í tí gamla bóndasamfelagnum, sum alt okkara modernaða samfelag hvílir á.
Hartil er Gerðabøur, sum náttúrligur partur av Gravadali og Gravarbøi, stutt sagt ómissiligur, vegna ta ríku søguna, gomlu mentanina og tey serstakligu fagurfrøðiligu viðurskiftini.
Hetta er júst tað tilfeingið, sum nýggi upplivingarbúskapurin eftirspyr!
Vit klaksvíkingar hava í roynd og veru ein heilt serligan møguleika at skapa eitt ferðavinnuligt kraftsentur í økinum úr Gerðabøi, Garvarbøi, Grøvina og niðan í Gravardal.
Tað kunnu vit, um vit umhvørvisvinarligt lata økið til ferðavinnu, býarfríðkan, til fornfrøði og skapandi íverksetarar.
Ógvuslig bygging
Sambært framløgdu býarætlan er tvørturímóti talan um ógvusliga bygging beint ígjøgnum Gerðabø.
Tey sum eru áhugað kunnu síggja, at E2 økið er lagt út til Handilsbygging og íbúðir. C4 økið til bygging upp í 8 hæddir(!) A9 øki loyvir bygging sambært heildarætlan! Alt ásetingar í økinum frá Gerðabøi út í Grøv.
Sum støðan er í dag, kunnu vit staðfesta, at borgarafundurin, sum varð hildin seinasta heyst er ignoreraður, tí allar viðmerkingarnar um friðing av Gerðabøi, hava higartil ikki rinið við politiskt.
Verður fyrilagda býarætlan samtykt, er tað púra greitt, at vit fyri tíð og ævir hava spælt okkum eitt áhugavert og virðismiki tilfeingi av hondum, sum verður alsamt meira eftirspurt í heiminum í dag.
Tá ein meiriluti í býráðinum ikki sær tað, er tað mín vón, at handils- og vinnulívið sær tað, og takkar nei til slíkt býarætlannar arbeiði, sum av eini ella aðrari orsøk er sinnað at oyða so nógv fyri so lítið. Um tað heldur ikki er so, eru borgararnir, sum enn hava tíð at gera viðmerkingar til ætlanina, seinasta vónin.
Latið okkum tora at varðveita Gerðabø fyri tað, hann umboðar siðsøguliga og fagurfrøðiliga, og á tann hátt gera hann til eitt av okkara stóru íkastum til tann skjótt vaksandi upplivingar búskapin, samstundis sum vit klaksvíkingar og føroyingar í tí dagliga kunnu frøast um hesa serstøku umhvørvisperlu.
Vinarliga
Rani Nolsøe
Býráðslimur




