Ein hóttandi vandi er fyri, at ein natúruvanlukka rakar havøkið eystanfyri, nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið loyvi til at søkkja millum 75.000 m3 og 150.000 m3 av tilfari millum Stong og Eystnes
Ein hóttandi vandi er fyri, at ein natúruvanlukka rakar havøkið eystanfyri, nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið loyvi til at søkkja millum 75.000 m3 og 150.000 m3 av tilfari millum Stong og Eystnes, ið er neyðugt at taka upp av botninum, í samband við at bryggja skal gerast á Oyrareingjum.
Vandamikið tilfar
At talan er um dálkað og harvið vandamikið tilfar, er neyvan nakar ivi um, tá vit vita, at í áravís er t.d. øll frárenning frá asfaltsvirkinum og grótbrotinum v.m. í Hunsarabotni, taðingin, ið dugnaligir bøndur hava gjørt av bønum, umframt annað avfall frá økinum og sjálvari havnini, enda sum dálkað botntilfar, har bryggjan skal gerast.
Nú skal hetta dálkaða botntilfarið so gravast upp, flytast burtur og søkkjast aftur í dýpi millum Stong og Eystnes, eitt havøki sum sjóvarfall og streymur hevur gjørt til eitt eldorado fyri livilíkindi hjá øll fiskasløgum og kyktum sum eru í sjónum.
Nú verður sjógvurin fyltur við meginpartinum av 150.000 m3 av hesum sera ivasama tilfarið av móru og sandi, og tað kann elva til eina katastrofu fyri tey livandi smákykt, og tey ymisku fiskasløg, sum ferðast við streyminum og fyri fiskimiðini eystanfyri og í Nólsoyarfirði, umframt at skaða allan útróður eystanfyri.
Gongdin
At talan er um vandamikið tilfar, er nógv sum bendir á, tí upprunaliga var ætlanin at søkkja hetta tilfarið á Tangafirði, men felagið Hummarabátar mótmælti, tí hetta kom at skaða hummaraveiðuna á bestu hummara-leiðum í Føroyum, og felagið fekk viðhald frá landsstýrismanninum.
Síðani var arbeitt við at søkkja tilfarið innarlaga í Kollafirði, á 15-20 metra dýpi, men hesum vóru bæði Landsverk og Fiskirannsóknarstovan ímóti.
Skaðar lívið í sjónum
Eg meti, at tilfarið skaðar lívið í sjónum og harvið fiskiumhvørvið í økinum, og farið tí at heita á landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, um at steðga hesi aftursøkking av botntilfarinum á Oyrareingjum, (leiri, mold og sandi), meðan kannað verður, hvussu stóra skaðiligan ávirkan hetta tilfar hevur á alt lívið í sjónum eystanfyri.
Heilsufrøðiliga Starvstovan hevur higartil verið sera varin við at geva loyvi til aftursøkking millum Stong og Eystnes, t.d. tá talan hevur verið um skip, og tí undrar tað meg, at loyvi er givið til hesa aftursøkking sum viðførir eina umfatandi dálking av havumhvørvinum.
Ummælini
Eisini er ásetingin í grein 5 í kunngerð nr. 38 frá 8. mars 2001, um at slík mál skulu sendast til avvarðandi kommunur, ikki fylgd, við tað at málið ikki hevur verið til ummælis hjá øllum avvarðandi kommunum.
Steðgast
Eg ivist ikki í, at allir partar eru áhugaðir í at verja okkara umhvørvið, bæði á landi og sjógvi, frá dálking og skaðiligum árinum, og tí rokni eg við, at vit øll í felag, myndugleikar, útróðrarmenn, umhvørvisfelagsskapir og onnur áhugað, koma at megna at fyribyrgja hesi hóttanini um eina náttúruvanlukku millum Stong og Eystnes.
Alfred Olsen
Sambandstingmaður




