Dysturin í Streymnesi leygarkvøldið millum EB/Streym og KÍ endaði við einum teprum 2-1 sigri til heimaliðið, sum leikti skjótari og neyvari enn KÍ, sum hinvegin átti munin í at hava bóltin.
EB/Streymur hevur higartil í ár ikki nátt tær hæddir í fótbóltsspælinum, sum teir riðu á í fjør, tá teir mistu FM-heitið á stokkinum á seinasta leikdegi.
Í so máta var dysturin hjá sundalagmonnum ímóti KÍ leygarkvøldi á Sundalagsstevnuni ikki nakar stórur bati, tí teir spældu seg ikki til nógvar málmøguleikar.
Hinvegin fingu teir ein ynskistart og vóru sera effektivir at fáa mál burtur úr møguleikunum, tí longu tá áleið 20 min. vóru farnir, var støðan 2-0 til EB/Streym.
Samstundis má ásannast, at veikleikar í KÍ-verjuni eisini mugu takast við í roknistykkið í sambandiv ið bæði málini hjá EB/Streymi.
Sostatt var støðan 2-0 til EB/Streym í hálvleikinum.
KÍ royndi at trýsta
Um spælbýtið kann samanumtikið sigast, at KÍ hevði minst líka nógv spæl sum EB/Streymur, men leikararnir á heimaliðnum dugdu tó betur at flyta seg og høvdu skjótari og neyvari samanspæl.
Samanumtikið hevði KÍ ikki ta neyðuga ágrýtnið til at standa sundalagsmonnum kurl.
Vit hava í skrivandi løtu ikki fingið allar upplýsingar, men sum skilst var startuppstillingin nakað tann sama sum seinast. Tíðliga í seinna hálvleiki kom Leon Bjartalíð inn fyri Gunnar Nielsen, og tá áleið 20 min. restaðu, varð Steffan Kalsø skiftur inn fyri Símun Joensen.
KÍ trýsti nokkso nógv ímóti endanum, og tað gav úrslit, um tað mundið, tá vanliga leiktíðin var úti.
Eftir spæl aftur og fram í EB/Streyma brotsteiginum kom ein returbóltur til Leon, sum smekkað í kassan, men tá var ov langt útliðið, til at KÍ kundi náa ein javnleik.
2-1 til EB/Streym, og mikukvøldið kemur eitt svangt HB-lið til Klaksvíkar!!!
KOYRIÐ NÚ Á, KÍ!!!!




