Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dávavirkið eitt “brand”

John William Joensen

Nú verður spennandi at síggja hvussu tann skapandi framleiðsla tey ið koma at húsast, segði forkvinnan í mentannarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð, Gunnvá við Keldu

Tað er mær ein stór gleði at siga nøkur orð í dag, nú Dávavirkið alment verður latið upp.

Sum vit hava sæði í londunum rundan um okkum, so verða vinnubygningar á havnaløgum meiri og meiri eitt nú lagt út til mentanarlig áhugamál. Tað hava vit nú eisini gjørt í Klaksvík við hesum átakinum.

Vit kunnu siga at hesin søguligi bygningurin "Dávavirkið" sum tey miðaldrandi og eldru kenna sum eitt fiskavirkið, hevur lagt framleiðsluna um. Her er ígjøgnum tíðina nógvur fiskur viðgjørdur og átti hetta virkið lívið í nógvum heimum í býnum. Tað er ikki so lítið Dávavirkið hevur verið við til at stuðla undir kommununa, reint fíggjarliga.

Nú verður spennandi at síggja hvussu tann skapandi framleiðsla tey ið koma at húsast her fer at vera. Kundi eisini verið áhugavert og gott fyri býin um hetta tiltak var ein av grundarsteinunum og kanska kom at vera eitt bein afturat at standa á fíggjarliga sum ein býur og eitt land, nú mentan og tónlist avloysir eitt fiskavirki.

Nógv verður tosað um at "Branda". Vit hava nú ein stóran møguleika fyri at "Branda" Klaksvík við vøkrum og framúrskarandi tónleiki ,sum kann náa langt út í heim. Her er Myspace ein frálíkur sýnisgluggi, har vit fortelja umheiminum um hvussu nógvar dugnaligar tónleikarar og sangarar vit eiga í Klaksvík.

Tá eg var tannáringur og fyrst í tjúgunum vóru tað bólkar sum Hjarnar, Frændir, Straight Ahead, Sience Fiction og Dynamitt sum rulaðu. Hóast hesir bólkar langt ífrá høvdu eins góðar umstøður vit hava fingið í dag, eru tað bólkar og tónleikarar vit framvegis kenna væl. Vit mugu minnast til at tað vera ikki frálík høli ið fara at skapa nakað, men tað verður innihaldið, tey fólk sum koma at nýta hølini. Tí frambrot verða vanliga skapt innan í menniskjanum og koma haðani til sjóndar.

Hugaligt er eisini at síggja at vinnulív og stovnar taka so væl ímóti Dávavirkinum og hava stuðlað við stórum upphæddum. Tað skulu tit eiga takk fyri.

Til seinast vil eg heilsa Beintu við starvsfólkum, tí eg veit at tit hava stríðst nógv fyri at fáa alt hetta uppá pláss. Hjartaliga takk Beinta, fyri tín eldhuga og harða arbeiði. Eg veit tað hevur verið móðsamt, men nú byrjar tað stuttliga.

Ynskið tykkum og okkum øllum tillukku við Dávavirkinum og vóni at hølini fara at vera nógv nýtt og geva okkum nógvar góðar upplivingar.

Takk fyri!