Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nei milliardir eru ikki smápengar

John William Joensen

Nú um dagarnar var áhugavert aftursvar frá Helga Abrahamsen at lesa í bløðunum.

 
Onkur konkretur spurningur blevi settur fram, og tí loyvi eg mær at skriva enn eitt innlegg um blokkstuðulin og minkingina av honum.

Oljuleitingin skal ikki steðgast
Fyrst til spurningin: Skal oljuleitingin steðga “tí um búskapurin ikki tolir 2 mia. úr Keypmannahavn, so tolir hann væl heldur ikki at fáa uppaftur fleiri mia. úr London ella onkra aðrastaðnis frá.”?

Nei – eg haldi ikki orsøk er til at steðga nakrari oljuleiting.

Men Helgi hevur rætt í tí, at tað kann saktans gerast sera skaðiligt fyri búskapin, at fleiri mia. koma inn frá oljuinntøkum. Men her velst mest um búskaparstýring.

Ein ávísur munur er á blokkstuðlinum og á oljuinntøkum. Blokkstuðulin er ein reinur stuðul, sum ikki kemur inn vegna virksemi í landinum. Blívur olja funnin, kemur tað at skapa eina vinnu, sum framleiðir virði til landið.

Tað er tó sjálvandi eyðsæð, at olja gevur ómetaligar inntøkur, eisini sæð í mun til virksemið í vinnuni – og tí krevur tað eina ørðvísi búskaparstýring, enn vit hava í dag, har fiskivinnan er okkara høvuðsvinna.

So tað kemur at krevja sterkar fíggjarmálaráðharrar og politikkarar, ið hava rygg til at halda aftur og ikki lata alt fara út í ovurnýtslu. Og sjálvandi er ein búskapargrunnur av einhvørjum slag, ein nærliggjandi tanki í hesum sambandi.

2 mia. er ikki smápengar
Tað er ikki rætt, tá Helgi leggur meg undir at kalla 2 mia. fyri “smápengar”. Eg legði bara dent á, at vit mugu síggja upphæddina í mun til ta avleiðing, hendan
peningainnspræning hevði havt á samfelagsbúskapin. Við øðrum orðum, nýtsluvirði av hesum pengum hevði verið munandi lægri. Tað setur upphæddina í perspektiv, og vísir okkum, at virðið er relativt, alt eftir hvussu tað verður brúkt ella ikki brúkt. Men eg haldi ikki at 2 mia. er smápengar!

Stóri oljugrunnurin í Noregi er eitt gott fyridømi í hesum høpi. Har eru nógvir pengar í (kanska meir enn 1500 mia. NOK), men um norðmenn skrúðaðu kranan frá og lótu hesar pengar renna út í peningarensli í samfelagnum, so hevði tað verið ein vanlukka fyri Norska búskapin – so virðið á pengunum er har, men nýtsluvirðið er knapt so stórt.

Blokkurin í búskapargrunn – hvat høvdu danir sagt?
Eg eri samdur við Helga at um blokkurin bleiv nýttur beinleiðis til at niðurrinda skuld ella at lata pengarnar fara í okkurt slag av búskapargrunni, so hevði kostnaðarstøðið í samfelagnum ikki verið ávirka beinleiðis.

Tann stóri spurningurin er tó, hvussu leingi danir høvdu góðtikið at sent okkum eina mia. upp til Føroyar, ið bara bleiv sett á bók, og ikki nýtt til rakstur av samfelagnum.
Blokkurin er jú upprunaliga ætlaður til at gjalda fyri rakstur av teimum málsøkjum, ið vit enn ikki hava yvirtikið sum sermál. So eg ivist í um tað hevði verið góðtikið frá danskari síðu, um so var at blokkurin bara bleiv settur á bók. Men tankin er áhugaverdur.

Bíligari at niðurskriva blokkin í einari skiftistíð
Eg havi annars ein varðhuga av, at Helgi ikki rættuliga trýr tí, tá ført verður fram at ein fastfrysting og stigvís avskriving av blokkinum, í veruleikanum kostar skattgjaldaranum minni enn ein avskriving her og nú. Við at rokna nútíðarvirði av minkingini í krónum fyri hvørt ár, tá hædd verður tikin fyri búskaparvøkstri, inflatión vm. ber til at ávísa, um tað er bíligari ella ikki.

Útroknað nútíðarvirði av minkingini, um vit nýta dømi av einari linierari minking av blokkinum eftir 10 árum. Útrokningin er gjørt við støði í meðal diskontorentuni hjá Danska Tjóðbankanum 1997-2007. Meðal rentan er 3,5%

Ár Avskrivað eftir 1 ári Stigvís avskriving Minking í krónum Faktor Nútíðarvirði av minking
0 630 567 63 1,000 63,00
1 0 504 63 1,035 60,87
2 0 441 63 1,071 58,81
3 0 378 63 1,109 56,82
4 0 315 63 1,148 54,90
5 0 252 63 1,188 53,04
6 0 189 63 1,229 51,25
7 0 126 63 1,272 49,52
8 0 63 63 1,317 47,84
9 0 0 63 1,363 46,23
Í alt 630 2.835,00 630 542,28

Munur í krónum 87,72 mio. kr.
Munur í prosentum 14 %

Reint burtursæð frá at ein avskriving av blokkinum yvir 10 ár í hesum døminum gevur okkum 2.205 mio. kr. meir enn ein straksavskriving, so vísir útrokningin av nútíðarvirðinum av árligu minkingini í hesum tilhugsaða døminum, at tað er 88 mio. ella 14% bíligari at taka eina avskriving yvir 10 ár.

Niðurstøðan frá roknistykkum er púra greið – at tað í nútíðarvirði er bíligari at avskriva blokkin yvir eitt longri tíðarskeið enn eftir einum degi, og hetta skyldast vanliga inflatión, búskaparvøkstur, rentubroytingar o.a. . Tí passar tað ikki, sum Helgi í øðrum samanhangi skrivar, at tað kostar skattgjaldaranum líka nógv, óansæði hvør máti verður nýttur. Í nútíðarvirði verður tað ikki sama krónutal!

Kanska vón fyri framman?
Helgi hevur ført fram, at man ístaðin fyri at skera niður uppá blokkin, kundi nýtt pengarnar til at rinda niður skuld, ella latið pengarnar farið í búskapargrunn. Og eg havi tíverri ikki fullgott innlit í tilgongdina, tá avgerð varð tikin um at minka blokkin í 2001. Helst er hatta tað, sum semja kundi fáast um – og um valið stó millum at lata pengarnar streyma út í samfelagið, ella at minka blokkin, so haldi eg at rætt varð valt.

Tá tað er sagt, so haldi eg sum Helgi, at vóru pengarnir nýttir til niðurrindan av skuld, ella settir í grunn, so vóru teir eisini væl nýttir. Samanumtikið kunnu vit kanska staðfesta, at her er nokk ikki so langt millum partarnar á búskaparliga økinum. Tað er jú annað enn loysing og blokkur til í politiska heiminum, so hvør veit, hvat samstarv kann fáast í lag
eftir valið. 

Arni Abrahamsen