Kall bjóðar nú fartelefonkundum sínum at keypa ringitónar, spøl, myndir og annað tilfar til fartelefonina.
Seinnu árini er tað vorðið meira og meira vanligt í útlandinum at síggja lýsingar, sum bjóða fartelefonfelagum at keypa ymiskt innihald til fartelefonina. Enn hevur ikki verið gjørligt hjá føroyskum fartelefonkundum at keypa slíkt innihald á sína telefon. Men tað ber til nú! Kall bjóðar nú nevnliga fartelefonkundum sínum at keypa ringitónar, spøl, myndir og annað tilfar á fartelefonina.
Keyp innihald
Til ber at keypa tilfar á fartelefona á tveir háttir; antin við at senda sms boð til 1208 ella umvegis fartelefonportalin hjá Kalli, Kall Vapp.
Til tess at keypa innihald til fartelefonina umvegis sms, velur tú tað innihaldið, sum tú ynskir til fartelefonina. Síðani sendir tú kotuna fyri viðkomandi innihald sum eitt sms-boð til 1208. Tú móttekur eini sms-boð á fartelefonina, sum inniheldur eina WAP-slóð. Tú heintar møguligt keypt innihald við at týsta á slóðina í móttikna sms-boðnum.
Yvirlit yvir innihald og kotur er á heimasíðuni hjá Kalli, kall.fo ella sersíðuni ringitonar.fo
Keyp frá fartelefonini
Umvegis Kall Vapp ber eisini til at keypa innihald til fartelefonin. Tað einasta sum krevst her, er at tú ert Kall fartelefonkundi og hevur sett fartelefonina upp til GPRS. Ynskir tú at keypa ringitóna, spøl ella annað, skrivar tú vapp.kall.fo í fartelefonkagan (browsarin). Á Kall Vapp eru slóðir, sum leiða teg til ringitónar, spøl, myndir og annað tilfar, sum tú kanst keypa til tína fartelefon. Hagani fylgir tú slóðunum á skíggjanum.
Avrokning og krøv
Kostnaðurin fyri tænasturnar liggur úr 20 krónur upp í 70 krónur. Møguligt keyp verður avroknað umvegis tín fartelefonrokning ella drigið frá tínari Frælsi talutíð.
Til tess at keypa innihald umvegis sms-boð ella Kall Vapp krevst, at tú hevur GPRS-alnetatgongd um fartelefonnetið hjá Kalli.
Er fartelefonin ikki sett upp til GPRS, ring 202020 vitja kall.fo ella Kall Handilin, og starvsfólkini hjá Kalli hjálpa tær fegin.
Nýggja tænastan frá Kalli verður veitt í samstarvi við Aspiro A/S.




