Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin postur borin út í Norðoyggjum

John William Joensen

Trý størv spard av 10 í Klaksvík og fýra av 20 í Tórshavn

Í løtuni sita postboðini í Klaksvík og í Tórshavn á fakligum fundi tí støðan er rættuliga hættislig og hetta merkir samstundis at eingin postur verður útborðin í høvuðsstaðnum og í Norðoyggjum.
– Støðan í Klaksvík er tann, at ein postmaður segði upp í desembermánaða og eingin er settur í hansara starv. Nú vóru so tveir postmenn sagdir úr starvi afturat og vit, sum eftir eru, eru so hart sperdir at um bara ein er sjúkur so eru vit als ikki førir fyri at fáa postin út.
Afturat hesum, var ein bilførari fluttur av posthúsinum í Klaksvík og til Havnar í fjør. Tá samstundis skal hugsast um, at hetta er summarferiutíð, so er støðan hjá okkum alt annað enn góð, segði talsmaður fyri postboðini við Norðlýsið ímorgun.

Útjaðarin altíð harðast raktur
Tað er ein trend í tíðindi at útjaðarin altíð verður harðast raktur og tað sæst aftur í sparingunum hjá postverkinum.
Av 10 størvum í Klaksvík eru trý spard burtur meðan “einans” fýra størv eru spard av 20 í Tórshavn.