Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frælsur Ítróttur: Grand Prix kapping fyri børn og ung

John William Joensen

Mikukvøldið 20. juni kl. 19.30 skipar FÍF fyri 1. umfari í Grand Prix kappingini fyri børn og ung á Svangaskarði

Undanfarin ár hevur Grand Prix kappingin verið ein partur at rennikappingunum á summarstevnunum kring landið. Rennikappingarnar á summarstevnunum fara ivaleyst at halda fram, men fyribils verða tær ikki partur av Grand Prix. Frælsur Ítróttur Føroya hevur ístaðin valt at skipa fyri einari Grand Prix kapping fyri børn og ung á frælsum ítróttarøki. Endamálið við broytingum er at økja/vekja áhugan hjá børnum og ungum fyri frælsum ítrótti á ítróttarøkið. 

Í ár umfatar Grand Prix kappingin trý umfør. Kappast verður á Svangaskarði og er kappingin nógv broytt í mun til undanfarin ár. Aldursbólkarnir eru broyttir frá at verða tríggir árgangir saman, til at vera tveir árgangir saman. Aldursbólkarnir sum kappast verður í fyri bæði gentur og dreingir eru hesir:
10-11 (f. 1996-1997)
12-13 (f. 1994-1995)
14-15 (f. 1992-1993)
16-17 (f. 1990-1991) 

Frá at vera bert ein teinur, so eru tvær kappingargreinar komnar afturat. Tað verður eisini kappast í spurti og kúlustoyti. Tað skal finnast ein vinnari í hvørjari grein. Tvs. at í somu kapping eru tríggjar Grand Prix kappingar: spurtir, miðteinur og kúlustoyt. Tað eru møguleiki hjá hvørjum einstøkum íðkara, at royna seg í øllum trimum greinunum. 

Stiggevingin er eisini broytt í mun til undanfarin ár. Frá at fáa stig fyri plasering, so verður í ár givið stig fyri úrslitið tvs. tíðina ella longdina. Tí er umráðandi at fáa eina so góða tíð sum tilber og stoyta kúluna so langt tilber. Altjóða stigatalvan hjá IAAF (Altjóða Ítróttasambandið fyri Frælsan Ítrótt) verður brúkt at geva stig eftir, og har hon ikki umfatar tær greinarnar kappast verður í, verður ein stigatalva hjá DAF (Dansk Atletik Forbund) brúkt.

Grand Prix kappingarnar verða í hesi røð:
1. umfar verður mikudagin 20. juni á Svangaskarði
2. umfar verður mikudagin 18. juli á Svangaskarði
3. umfar verður mikudagin 22. august á Svangaskarði (í Tórshavn um frælsa ítróttarøkið er liðugt). 

Vinnarin av Grand Prix kappingini í spurti, miðteini og kúlustoyti verður so tann luttakarin, sum hevur besta miðaltal fyri tvær kappingar. 

Tíðarætlanin mikukvøldið 20. juni sær soleiðis út:
kl. 19.30  G10-11 (60m) og G16-17 (kúla)
kl. 19.35  D10-11 (60m)
kl. 19.40  G12-13 (80m) og D16-17 (kúla) 
kl. 19.45  D12-13 (80m) 
kl. 19.50  G14-15 (100m) og G12-13 (kúla) 
kl. 19.55  D14-15 (100m) 
kl. 20.00  G16-17 (100m) og D12-13 (kúla) 
kl. 20.05  D16-17 (100m) 
kl. 20.10  G10-11 & G12-13 (600m) og G14-15 (kúla) 
kl. 20.20  D10-11 & D12-13 (600m) og D14-15 (kúla)
kl. 20.30  G14-15 & G16-17 (800m) og G10-11 (kúla)
kl. 20.40  D14-15 & D16-17 (800m) og D10-11 (kúla) 

Hesar ásetingar eru annars galdandi fyri kappingina.
– Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.athletics.fo ella í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.
– Um nógvir luttakarar eru á miðteininum, verða bólkarnir býttir sundur.
– Um fáir luttakarar eru, so kappast tveir bólkar saman, tó einans sama kyn.
– Spurtir verða runnir eina ferð. Tvs. ongin semifinala ella finala.
– Stig verða givin fyri tíð ella longd, og ikki eftir plasering.
– Í kúlu fáa luttakararnir 3 royndir hvør.
– Allar kappingar byrja stundisliga, og skulu tey íðkandi tí verða á startinum minst
10 min áðrenn greinin byrjar.

– Øll eru vælkomin at luttaka, tó skal ein vera limur i felag fyri at fáa stig í Grand Prix kappingini fyri børn og ung.
– Kappingin verður umsitin av kappingarnevndini hjá FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya).
– Kappingin er fyri børn og ung í aldrinum 10-17 ár (f.1990-1997).

– Grand Prix kappingin fyri børn og ung er grundarlag fyri úttøku til talentbólk undir FÍF. 

Reglurnar fyri kappingina eru at finna á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroya, sum er www.athletics.fo ella www.renn.fo.