Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bogaskjúttar fingið høvuðsstuðul

John William Joensen

Tryggingarfelagið Føroyar er nýggjur høvuðsstuðul hjá Bogaskjótideildini, sum seinni í hesum mánaðinum sendir eitt vælmannað lið til Oyggjaleikirnar á Rhodos.

Stuðulin kemur eisini øðrum skjúttum til góðar, sum fara av landinum at kappast.

Niðurteljingin til Oyggjaleikirnar á Rhodos er byrjað, og enn eina ferð er spenningurin stórur, hvussu føroysku ítróttarfólkini fara at standa seg. Tá leikirnir vóru í Hetlandi fyri tveimum árum síðani, endaðu Føroyar samanlagt á fimtaplássi við 14 gull-, 11 silvur- og 20 bronsumerkjum.
Ikki minst verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast bogaskjúttunum, sum í Hetlandi áttu ikki færri enn níggju av teimum 14 føroysku gullmerkjunum, og annars vunnu eitt silvurmerki og tvey bronsumerki.
At føroysku bogaskjúttarnir standa seg væl, er einki óvanligt, tí tað kemur ikki fyri á Oyggjaleikum, at skjúttarnir ikki koma heimaftur við í minsta lagi nøkrum gullmerkjum. Tað er sjálvandi eisini málið hesa ferð, og líkindini skuldu verið minst líka góð, sum tey plaga at vera, tí nú hevur Bogaskjótideildin fingið nýggjan høvuðsstuðul, sum er Tryggingarfelagið Føroyar.

Hugsa meira um skjótingina
– At vit nú fyri fyrstu ferð í fleiri ár aftur hava ein høvuðsstuðul, hevur sjálvandi nógv at siga fyri okkum. Í smærru ítróttargreinunum eru tað ofta tey somu, ið skulu standa fyri arbeiðinum, sum eisini eru virkin sum skjúttar, so við einum góðum høvuðsstuðli fáa vit nú betri møguleikar at hugsa um sjálva skjótingina, sigur Per Holm Andersen, sum er næstformaður í Bogaskjótideildini.
– Sáttmálin við Tryggingarfelagið Føroyar gongur til apríl komandi ár, og í hesum tíðarskeiði eru Oyggjaleikirnir á Rhodos størsta hendingin, umframt at vit hava FM-kappingar og eisini javnan senda yngru skjúttarnar til kappingar uttanlands og til NM-kappingina annaðhvørt ár. So vit eru sjálvsagt ovurfegin um at fáa eina góða hjálpandi hond frá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Bogaskjóting í Føroyum er við sínum útivið 200 virknu limum, bæði smáum og vaksnum, í trimum feløgum kring landið í stórum vøkstri. Og ikki minst er bogaskjótingin í stórari menning, tí tað er ikki ein kapping, at ikki nýggj met verða sett, og eisini í altjóða kappingum verða heiðursmerki vunnin.

Góð umboð fyri Føroyar
Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar sigur eisini, at tað ikki var serliga torført at taka avgerðina um, at tryggingin skuldi gerast høvuðsstuðul hjá Bogaskjótideildini, tí her eru eygsæð nógvir møguleikar – bæði nú og í komandi tíðini.
– Tá vit tosa um, at føroyskur ítróttur umboðar land okkara væl uttanlands, slepst ikki uttan um teir sera røsku bogaskjúttarnar, ið vinna Føroyum heiður og æru, hvørja ferð eitt høvi er til tað. Ikki minst í sambandi við Oyggjaleikirnar, har bogaskjúttarnir seinnu mongu árini hava átt bróðurpartin av vunnu gullheiðursmerkjunum, sigur Kristina Háfoss.
– Um vit við okkara íkasti kunnu vera við til at styrkja, stimbra og menna bogaskjótingina, eru vit væl nøgd. Og kann okkara leiklutur sum høvuðsstuðul gera tað lættari hjá bogaskjúttunum at hugsa fyrst og fremst um sjálva skjótingina, er tað í sjálvum sær eitt gott mál at røkka.