Komandi leygarkvøld fer vísusangarin og yrkitolkarin Hanus G. Johansen á pallin í Skarv.
Skráin verður blandað m.a. úr yrkinarsavninum frá Poul F. Joensen, úr fløguni “Bouquet” og á norskun frá nýggju fløguni eftir Jakob Sande “fra leddingen”.
Hanus minnist nógvar góðar gamlar hugnaløtur á Skarv, men hettar er fyrstu ferð hann officielt skal undirhalda.
Promotarin á Skarv E.S.J. sigur í dag við Norlýsið, at hettar er sum at fáa ein góðan kalva á húgin tí tað verður óiva fult hús. Hanus er nakað fyri seg sjálvan og hevur sera stóran týdning fyri nógvar føroyingar. Vit vilja tí heita á gestir, um at koma í góðari tíð. Føroyingar plaga at møta í seinastu løtu, og tá køin er long, sleppa bert fá inn samstundis.
Ongin royking undir konsertini
Meðan konsertin er og í steðginum er strangliga bannað at roykja inni á Skarv.
Stutt sagt, so verður konsertin avbrotin, um forboðið ikki verður hildi sigur promotarin á Skarv. Vit seta tíksil ikki øskubekur fram hettar kvøldið og fara at lýsa við roykiforboðnum við skeltum inni á Skarv. Vit kunna troysta kundan við at tað hægst er 5 metur út í tún at roykja. Skarv hevur lítla fríhædd millum gólv og loft. Tá so fult hús er, kann ein væl skilja tey ið ikki roykja og tónleikarir sum ikki tola roykin. Tað eru ikki nógvir tónleikarir, sum markera seg um hettar, men tað vera fleriri og fleiri sum fara at bakka upp um forboðið. Sjálvt um Skarv hevur ventilatónsannlegg, so maktar tað ikki meira enn eitt ávíst. 15. august í ár kemur so permanent roykiforboð á Skarv, tí staðið er yvir 40 fermetrar. Enn hevur Skarv ikki tikið støðu til um roykikabina verður innstallera.
Konsertin við Hanus G. Johansen varðar í góðar 2 tímar og byrjar um miðnáttarleitið.
Dyrnar lata upp kl. 22. Kostnaður 70,- kr.




