Vit hava einki fingið at vita frá Steinbjørn O. Jacobsen og tí er hann ikki á listanum, sigur Signy Hansen, forkvinna í Norðoya Tjóðveldisfelag.
– Vit hava lýst til tveir uppstillingarfundir og enn hava vit so einki sæð til borgarstjóran, sigur forkvinnan í Norðoya Tjóðveldisfelag.
– Vit hava roynt at tosað við hann, men hann hevur einki sagt um hvørjar politiskar ætlanir hann hevur, og vit blanda okkum heldur ikki uppí hansara ætlanir.
Borgarstjórin, hevur annars verið ein av stóru stuðlunum hjá Karsten Hansen, sum vegna 266b málið segði seg úr Tjóðveldisflokkinum og fer at stilla upp í Miðflokkinum.
Borgarstjórin var eisini til staðar á tíðindafundinum hjá Miðflokkinum, tá Karsten boðaði frá síni avgerð og við ikki at møta til fundar í Tjóðveldisflokkinum hevur hann kanska givið eina ábending um hvønn borgarstjórin stuðlar.




