Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lagnudysturin í 1971

John William Joensen

Bløðini skrivaðu at áskoðaratalið hetta árið setti met og at KÍ fekk heilar 19.000 krónur í kassan. Líkindini at spæla fótbólt voru eisini av teim allar bestu, sólskin og eitt lítið lot sum ikki ávirkaði spælið á nakran hátt.

KÍ átti yvirvág í fyrra hálvleiki og høvdu teir fleiri sera vandamikil álop, og bløðini vóru samd um at KÍ átti at fingið eitt mál afturat í fyrra hálvleiki. Men teri máttu taka til takkar við eini hálvleiksleiðslu upp á 1-0.
Beint eftir at KÍ fær tað fyrra málið hendir nakað sum øll minnast til og sum ofta hevur verið tosað um síðani.

Lagnuhendingin
KÌ fer í álop. Karl Gudmund sendir ein bólt inn fyri. So langt eru bæði klaksvíkingar og havnamenn samdir.
Men hvat síðandi hendi eru tað sera ymiskar meiningar um.
KÍ-arar eru á einum máli um at tað sum fór fram var nakað soleiðis.
Bólturin kemur inn fyri, Steinbjørn leypur upp saman við HB málverjanu, – steinbjørn verður hægstur og heddar bóltin upp um máverjan og í málið.
Men dómarin avgerð eftir at hava ráðført seg við linjuverjan at døma fríspark, og tískil kom KÍ ikki upp á 2-0, sum óivað hevði avgjørt dystin og hevði meistaraheitið tískil enda aftur í Klaksvík.
Ístaðin kemur HB fyri seg og vinnur dystin 2-1 og harvið meistaraheitið 1971.

Pressan tigur
Hóast høvuðsstaðarpressan lítið og einki sigur um hendinga so stendur tó at KÍ sendi inn klagu eftir dystin:
ÍSF váttar yvir fyri bløðunum at KÍ hevur sent fjarrit til Ítróttarsambandi og at eitt bræv stílað til dómsnevndina var á veg.
Sambært fjølmiðlunum krevur KÍ ikki umdyst men at dysturin verður dømdur at enda 2-2.

Rok eftir dystin
Eftir dystin greiða fjølmiðlar frá at eitt sindur av roki tók seg upp.
Dimma finnst at uppførslinum hjá klaksvíkingum og skrivar:
…. men eitt er at finnast at, og tað er at steypahandanin orsakað av áskoðarafjøldini ikki bleiv tann hátíðarløta, hon skuldi blivið. – Illa gkst hjá fótbóltsnevndarformanni ISF’s, útvarpsmonnum og blaðmonnum at sleppa fram at HB spælarunum og vælvaldu orð Hjalmar Joensens druknaðu í ílum og rópum – synd var hetta ikki minst fyri HB leikararnar, sum royndust so stinnir á vøllinum.