Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Íslendska uppkeypið av føroyskum vinnulívið á sjógvi og landið ,

John William Joensen

Slúsurnar opnast? Eg haldi at føringar áttu at hugsað seg væl um, og vurdera um tað sum fyrigongur í løtuni er gott fyri okkum føringar?

Íslendska uppkeypið av føroyskum vinnulívið á sjógvi og landið ,

Slúsurnar opnast? Eg haldi at føringar áttu at hugsað seg væl um, og vurdera um tað sum fyrigongur í løtuni er gott fyri okkum føringar?
Ella um tað kemur at geva okkum trupuleikar, og at vit komað at arbeiða sum trælir í egnum húsið? Ikki fyri danir – men brøðratjóðina fyri vestan, íslendingar.

Í fjør samtykti løgtingið at lógarfesta Íslandssáttmálan og ikki at seta hann í gildi sum uppskot til samtyktar. Harvið setti løgtingið hendan sáttmála omanfyri nationala lóggávu.
Hesin sáttmálin skuldi verða hann sum “globaliseraði” okkum føringar, segði onkur í ovfarakæti.

Virkningurin fyri okkum er hann, sum væntað av mongum?
Hvat hava vit so fingið burturúr av útflutningi, og av uppkeypum og íløgum í íslendsk vinnuvirkir, flakavirkir og skip síðan hesin sáttmálin kom í gildi?
Mær kunnugt eru als ongar íløgur í vinnu – og tænastuvirkir á landið gjørdar av føroyskum virkjum síðan hoyvíkssáttmálin kom í gildi í nov. 2006.

Í útflutningshøpi av vøru frá Føroyum til Íslands verður tað ivaleyst eisini soltið – kanska onkur trollemmur, paunur, skerilinja ella transportørur til fiskivinnuna , mjólkavøra, møguliga nøkur egg av Velbastað ,heilsøluvørur og kt forrit..
Øl og sodavatn frá bryggjarínum møguliga , tó einans um hesir klára at selja ávísa nøgd, annars rúka hesar vørurnar av hyllunum aftur . Um minimum kravið til sølu skal haldast, má bryggjaríið kanska inn at keypa sínar egnu vørur fyri at halda tær á hyllunum í ringasta fall.
Vónandi fáa tryggingarfeløgini okkurt burturúr tá tryggingarlóggávn verður samtykt seinni í ár, tað vil tíðin so vísa .

Útflutningurin og innflutningurin er lítið broyttur
Føroyski útflutningurin og innflutningurin er lítið broyttur um tikið verður til samanbering árini 2004-2007 fyri tíðarskeiðið nov- april hvørt ár – (Hoyvikssáttm. Kom í gildi í nov 2006, tí uppgerð frá nov til april):

ÚTFLUTNINGUR   2004-2005   2005-2006   2006-2007
Útflutningur
samantalt           48.780.165    48.966.100    46.340.872
Útflutt skip yvir
5 BRT                  30.000.000      0                   0
Útflutningur
uttan skip
y. 5 BRT               18.780.165    48.966.100    46.340.872

INNFLUTNINGUR  2004-2005   2005-2006  2006-2007
Innflutningur
samantalt             108.233.209    49.843.559    54.923.174
Innflutt skip
yvir 5 BRT              55.000.000      214.173         620.293
Innflutningur uttan
skip y. 5 BRT         53.233.209      49.629.386    54.302.881

Nettoinnflutt
til Føroya              59.453.044       877.459           8.582.302

Kelda:Hagstova Føroya

Íslendingar hava “paradurnar” uppi
Í fiskiskip ber als ikki til at gera íløgur, orsakað av verjulóggávu í Íslandi, har einans íslendingar mugu eiga í fiskivinnuni á sjógvi.
Í fiskivinnuni á landið kunnu útlendingar verða minnilutapartaeigarar.
Tann, sum trýr uppá javnvág í hesum sáttmálanum, má verða superoptimist. Sáttmálin skal byggja uppá javnstillaði rættindi hvør hjá ørðum, men sera trupult er at fáa eyga á hesa javnvág og eg vænti hana heldur ikki, og gjørdi eisini vart við mín íva undir viðgerðini av sáttmálanum í løgtinginum.

Tað byrjaði við uppkeypið og íløgum í:

* SMS og Bónus , síðani
* Skip (farmaskip og fiskiskip) og
* Fiskavirkingsvinnuna
* harfrá til infrakervið á landið (flutningsfyritøkur)
* víðari til skipasmiðjuuppkeyp
* síðani tænastuvirksemið innan flutning
* síðani betongstoypivirkið
* og iveleyst okkurt afturat sum eg ikki havi fingið við.

Keypsmynstrið:
Hyggur ein eftir keypsmynstrinum, so eru flestu av hesum keypum strategisk keyp fyri sera høgan kostnað, sum vit sum brúkarar komað at gjalda dýrt fyri, – tí tey føra duopol og monopol við sær á avgerandi økjum .
Tak bert farmaflutningin og flutningskervið á landið t.d. – hevði tað eydnast at fingið meirlutan í Smyril Line fyri 14 døgum síðani so var fullgjørt.
Innan skipakeyp hava íslendingarnir eisini gjørt, at skip eftirhondini ikki eru keypandi , tí prísirnir sum teir umvegis “partnarar” hava bjóða, skríggja til himmals um at okkurt er púra galið , antin við okkum ella teimum ??

Hvat verður so tað næsta sum uppkeypt verður??
Atlantic Airways – tá tað verður einskilt ??
Ella kanska Føroya Tele ?? .
Við tíðini kanska tey 66% av Føroya Banka ?? Livst so spyrst.
Lív tá 50% verða seld ??
Vestlaks tá Føroya Banki selur ?
Ella stórur partur av Faroe Farming tá/um Eik selur ?

Um tað høvdu verið danir og donsk vinnulívsfólk sum høvdu framt slík aggresiv uppkeyp í føroyskt vinnulív, sum íslendingar gera, hvat hevði loysingarvongurin tá sagt, – teir sum nú sita sum ryssir yvir deyðum fylið og líta á og halda alt er so sára gott??

Minnist ein mann sum nevndist Frank Uhrenholt, ein dugnaligur danskur vinnulívsmaður, sum royndi at verða við í føroyskum vinnulívið, var m.a. nevndarformaður eitt skifti í Fiskasøluni og átti m.a. í rækjuskipið og fiskavirkisvinnu á landið í Føroyum, men hesin bleiv tá hongdur út í bløðunum dag og dagliga, tí hann dittaði sær at komað her og gera íløgur og “takað” frá okkum føroyingum.

Eg haldi, at ein kann ásannað at er navnið á barninum “íslendskt,” so ber alt til og flestu tiga fyri frið skuld, – og alt er so sára herligt , men – er tað hann “danin” , ja so er hann “fanin”.

Um somu uppkeyp av virkjum og skipum og “keypshugur” annars var blivin framdur av dønum í føroyskt vinnulív , so eri eg vísur í at vit ídag høvdu havt bæði skrúvgongur og krav um fólkaatkvøðu og loysing, – tí imperialistarnir nú aftur vóru við at takað land og undirgravað okkum sum fólk, – okkara sjálvsavgerðarrættur hevði verið í vanda, roknið eg við at onkur vildi sagt.

Reella maktin hvar liggur hon ?
Vit eiga at spyrja okkum – hvør hevur reelt politisku maktina, tá íslendingar fara at sita á
vinnulívi, flutningi og finanssektorinum?

Eg haldi at føringar áttu at hugsað seg væl um og vurdera, um tað sum fyrigongur í løtuni veruliga er gott fyri okkum føringar , – ella um tað yvir tíð kemur at geva okkum trupuleikar og at vit kanska uttan at hugsað um tað komað at virka/arbeiða sum trælir í egnum húsið – ikki fyri danir, men brøðratjóðina fyri vestan – íslendingar.


Vágur 19.06.2007

Johan Dahl, løgtingsmaður