Á limafundinum í Føroya Postfelag gjárakvøldið møttu 115 limir, sum einmælt stuðlaðu nevndini
Tíðindaskriv frá Føroya Postfelag:
Fundarsamtykt:
Frá limafundi postfelagsins hildin í Starvsmannafelagnum, 20. juni 2007, kl. 19.00.
Limafundurin átalar framferðina sum Postverkstjórin hevur brúkt í samband við at 15 starvsfelagar okkara eru koyrd til hús.
Fundurin gevur nevndini fullan stuðul í samband við umtalaðu uppsagnirnar.
Føroya Postfelag
Nevndin fegnast um stuðulin, sum limirnar hava givið okkum í sambandi við tey stig, sum postverksleiðslan hevur tikið mótvegis limum í felag okkara.
Vinarliga
Føroya Postfelag




