Hóast Hammarby vann dystin 1-0 á KÍ, so vóru tað klaksvíkingar, sum høvdu 2 teir størstu kjansirnar í dystunum, samstundis sum KÍ-verjan hevði sera gott tak svensku álopunum.
Vit skrivaðu í dystarfrásøgnini leygardagin, at KÍ spældi seg til bert tann eina stóra málmøguleikan, men tað er ikki rætt. KI spældi seg nevniliga til 2 stórar málmøguleikarnar, sum í veruleikanum vóru teir størstu í dystinum.
Fyrri kjansurin, sum var í fyrra hálvleiki, kom, tá umleið hálvur tími var spældur. Paul Clapson gjørdist tá fríur, lyfti upp um málmannin, men bólturin beint fram við málinum. Hetta var størsti kjansurin í dystinum.
Í seinna hálvleiki var tað aftur Paul Clapson, sum hevði seinasta fótin á størsta málkjansinum, tá hann fekk ein bólt inn fyri, sum hann skallaði ímóti málinum úr 8-10 metrum. Skallarin var sera góður og hevði uppiborið at enda í málinum, men málmaðurin hevði eina fepurbjarging til horna. Kundi akkurát tað sama verðið mál.
Hammarby hevði bóltin meira, men teir skaptu sera fáar opnar kjansir. Royndu seg við nógvum innleggum, og tað var onkuntíð vandamikið, men miðverjuleikararnir Jan Andreasen og Steffan Kalsø (Kaj Ennigarð í seinna hálvleiki) høvdu sera gott tak á.
Tað er vert at viðmerkja, at eftir at Hammarby í 3. minutti hevði skorað, so helt KÍ málið tætt í meira enn 90 minuttir!




