Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jórun Høgnesen, býráðslimur, skrivar: Gerðabøur

John William Joensen

Gerðabøur hevur fingið nógva umrøðu í seinastuni. Upphavið til umrøðuna er nýggja býarætlanin fyri Klaksvíkar Kommunu.

Farna tíðin

Gerðar eru ein av teimum fýra gomlu býlingunum í Klaksvík. Hinir, í Vági, Uppsalir og Myrkjanoyri, eru so nógv broyttir, at yngra ættarliðið bert kennir teir frá frásagnum. Teir eru falnir fyri tíðarinnar tonn.
Tað, ið vit í dag rópa fyri gomlu Gerðar, eru tey varðveittu bóndahúsini í Gerðum, sum enn bera elligomlu nøvnini Niðristova, Norðurstova og á Geilini. Hesi húsini eru øll ein frægd fyri eyga og sera hugnaligt umhvørvið at síggja sum eitt tað fyrsta, tá tú kemur til Klaksvíkar eftir okkara nýggju farleið. Hesi hús hava ikki altíð staðið har tey standa nú. Býlingurin er nevniliga fluttur av Grundum oman í núverandi Gerðar aftan á skalvalopini í 1745 og 1765, men bøurin er tann sami og hevur verið nýttur til sama endamál alla tíðina.

Gamli býarplanurin

Í 1980 varð ein býarplanur samtyktur fyri Klaksvíkar Kommunu. Tá eins og nú var dúgliga kjakast um Gerðabø. Mangar røddir talaðu fyri at friða bøin fyri bygging. Sjálv var eg ein av teimum, ið vildi varveita Gerðabø. Somu argument vóru galdandi tá fyri varðveitslu av bønum sum í dag, nevniliga tað mentanar og siðsøguliga og ikki minst vakurleikin. Eisini eru somu agument nú sum tá hjá teimum, ið eru ímóti varðveitslu av Gerðabøi, nevniliga tørvurin á byggilendi. Gerðabøur bleiv ikki friðaður tá í 1980, men hóast tað liggur hann næstan líka órørdur enn tann dag í dag. Helst tí, at eingin hevur viljað verið tann fyrsti at sett grabban í til bygging, tí øll hava havt virðing fyri hesum vakra øki og tí stóru undirtøku, ið Býarfylkingin, við ynski um friðing, fekk frá fólkinum í Klaksvík. Nýbygging í Klaksvík steðgaði ikki upp av teirri grund tá og fer heldur ikki at gera tað nú. Nógv er bygt tey seinastu 20 til 30 árini, og nógvir nýggir møguleikar eru funnir bæði til sethús, handlar, ídnað o.a. At byggja á Gerðabø nú vegna tørv á byggilendi, verður stokkut, tí so stórt er økið heldur ikki, og hvat so aftaná? Skulu vit tá bara gevast og siga, at einki er eftir, ella finna vit tá okkurt annað. Sjálvandi finna vit tað, so hví ikki finna tað beinanveg og nýta henda møguleikan at friða Gerðabø, í hvussu so er mong ár fram í tíðina.

Nýggja býarætlanin

Býráðslimir eru sum heild samdir um ásetingarnar í nýggju býarætlanini fyri Klaksvíkar Kommunu, men ósemja er um Gerðabø.Omanfyri Oyrarvegin er Gerðabøur útlagdur sum grønt øki. Semja er um tað. So er bara økið niðanfyri vegin eftir at kjakast um, annahvørt tað skal verða grønt øki ella ikki. Gamli vegur út í Grøv og 15m niðanfrá er eisini lagt sum grønt øki, og tað eru vit eisini samd um. Tað, sum býráðslimir ikki eru samdir um er sostatt økið niðanfyri Oyrarvegin, heiman fyri hjá Karl Hera Joensen og nakað væl oman móti Gamla vegi.

Nú freistin hjá almenninginum at gera viðmerkingar til ætlanina er farin, skal alt til viðgerðar í byggi og býarskipanarnevndini og síðani til viðgerðar í Býráðnum, har atkvøðast skal um ætlanina. Flestu viðmerkingar og kjak snúgva seg aftur hesaferð um Gerðabø og tað er púra greitt, at flestu viðmerkingarnar tala fyri at varðveita Gerðabø. Hetta kom eisini týðiliga fram á borgarafundi um komandi býarætlanina, ið Býráðið bjóðaði inn til. Eg haldi framvegis at Gerðabøur er verdur at varðveita, tí hann er vakur og er nýggi portalurin til Klaksvíkar. Kanska tann vakrasti portalur í landinum, har nýtt og gamalt ganga hond í hond.

Uppskot

Eg fari tí at leggja fylgjandi uppskot til samtyktar fyri Klaksvíkar Býráð: At Gerðabøur verður útlagdur sum grønt øki frá húsunum hjá Karl Hera Joensen heim til Mækjuveg, frá sjóvarmálanum og niðan til Oyrarvegin, við tí endamáli at skapa trivnað bæði fyri børn og vaksin.

Jórun Høgnesen, býráðslimur