Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Her fór steinurin niður gjøgnum húsini

John William Joensen

sigur Súlberg Klakkstein sum vísir á staði har steinur frá bumbu, sum týskurin slepti niðuri í Vági í 1941.

Húsini á Gásafløtti, sum Jóhan Klakkstein átti undir krígnum vera í hesum døgum umvæld og tá gólvið var tikið av loftinum kom áhugaverd bót til sjóndar.

Súlberg Klakkstein, sum er sonur Jóhan Klakkstein, sigur at hetta er bótin sum bleiv lagd í gólvið eftir at steinurin frá bubunum niðri í Vági fór niður ígjøgnum húsini.
Steinurin, sum Súlberg hevur í hondini, hevur verið goymdur í húsinum hjá Jóhan Klakkstein, á Gásafløtti, síðan týskt flogfar slepti bubum yvir Klaksvík í 1941.
Ein av bumbunum kom niður í býlingin í Vági, og kom hesin steinurin sendandi úr luftini, niður ígjøgnum takið, og víðari ígjøgnum gólvið í loftinum, og steðgaði í stovuni, uppi hjá Jóhan Klakkstein.
Av tí at handilin hjá Kál goymdi toyboltar í stovuni, steðgaði hetta steininum at fara víðari niður í kjallarin, sum var brúktur til skýli.
Tað var soleiðis at nøkur hús, blivu nýtt sum bumbuskýli og vóru húsini hjá Jóhan Klakksten eini. Henda dagin var kanska ikki so nógv fólk í kjallaranum, tí nógv fólk flýddu niðan í hagan undan bumbingini.
Steinurin hevur verið brúktur í húsarhaldinum øll árini síðani, til t.d. at buka fisk á og til rullupylsupressu.